Nei til narko

Nei til narko er heitið á átakinum, sum Lions Club Tórshavn fer í holt við fyrstu vikuna í apríl.
? Tað, at berjast ímóti narkotika og tí, ið fylgir í kjalarvørrinum, tað verið seg harðskapur, kriminalitetur, óarbeiðsføri og sjúka, hevur framvegis stóran týdning, sigur Lions Club í skrivi.
Víðari siga tey, at tað er vorðið alsamt lættari at fáa hendur á narkotika í Føroyum, og tí er tørvurin á fyribyrging og upplýsing størri enn nakrantíð.
Seinastu seks árini hevur Lions í Føroyum skipað fyri skeiðum fyri fólkaskúlalærarar. Hetta í samstarvi við rúsdrekka- og narkotikaráðið. Endmálið er at geva næmingum lívsvirði og sjálvsálit, so teir millum annað duga at siga nei til rúsevni.
Hetta arbeiðið krevur jú pening, og tí kunnu øll stuðla átakinum, sum verður kallað tulipantiltakið. Fyrstu vikuna í apríl verður møguligt at ogna sær eitt tyssi av tulipanum og eitt skelti við áskriftini »Nei til narko«. Eitt tyssi við skelti kostar 250 krónur. Peningurin fer til arbeiðið ímóti rúsevnum.
-ib