Nei til ásatrúgv

Úr Norðurlondum:
Eftir at hava umhugsað málið í trý ár hevur danska kirkjumálaráðið óvæntað boðað frá, at tað viðurkennir ikki ta gomlu ásatrúnna sum ein almennan átrúnað.

Í Íslandi og í Noregi er ásatrúgvin alment viðurkend sum átrúnaður. Danski felagsskapurin hjá teimum, sum halda seg til ásatrúnna, søkti fyri trimum árum síðani myndugleikarnar um at fáa trúnna viðurkenda, men nú hevur ein fýra manna nevnd í kirkjumálaráðnum samtykt at havna umsóknini.
170 fólk eru í ásatrúarfelagsskapinum í Danmark.