Nú kemur so samgongupolitikkurin: Ein rokning uppá 6 milliónir til útjaðaran. Nei, langt er ímillum orð og gerð hjá sitandi samgongu.
Prísurin við SL skipunum er ídag ríkiliga høgur. Skal hesin prísur nakran veg, so skal hann lækkast. Tað ber ikki til, at útjaðarin fær eina rokning uppá fleiri milliónir fyri øktan ferðaseðlakostnað. Hetta er steinur omaná byrðu hjá einum í forvegin strongdum útjaðara.
Tænastustøði kann ikki lækkast. Skal meiri peningur til, so er neyðugt at finna hesar. Hesa uppgávu eiga vit at vera felags um at bera. Eftir míni meting, eiga vit at gera ein nýggjan prísbygnað og lækka prísirnar. So tað verður bíligari at ferðast ímillum oyggjarnar, enn tað er ídag.
At fara til Suðuroyar t/r hjá eini familju kostar ídag, uttan nakra príshækking, nærum eina uttanlandaferð. Um ein familja skal til Sandoyar t/r, skal ein lættliga forvinna ein túsundkrónuseðil til tað. Er tað rætt, at hesin prísur skal hækkast, sum núsitandi samgonga leggur upp til?
Tað sum samgongan leggur upp til - nevniliga at hækka ferðaseðlaprísirnar kann ikki góðtakast.
Tað kann ikki vera meiningin at gera útjaðaran til trælaøkir í landi okkara. Ein undrast á, at útjaðaraøkistingmenn í samgonguni góðtaka, at hesin eykaskattur verður sendur økir - hinumegin fjørðin. Hesi økir eru eisini ein partur av Føroyum.
Nei. Latið okkum lækka prísirnar - og fremja landspolitikk. Latið jólagávuna til útjaðaran í ár verða ein lægri prísur við SL.