- Nei, tvætl - hetta er well!

Í gekka-spælinum í kvøld endaðu 20.000 krónur í Klaksvík.

Tað var Hans Jacob Heinesen, royndur gekka-spælari í Klaksvík, sum fekk fulla plátu og slapp at snara hjólinum í kvøld.

 

Høvuðsvinningurin var á 650.000 krónur, sum lógu í gula leypinum. Í bláa leypinum var Volvo-bilurin og í reyða cruise-ferðin til Karibia.

 

Men, tað vísir seg at vera trupult hjá teimum, sum fáa fulla plátu og sleppa at snara hjólinum, at fáa fatur í teimum stóru vinningunum.

 

Og soleiðis var eisini í kvøld.

 

Í fyrstu royndini hjá Hans Jacobi Heinesen steðgaði hjólið á 30.000 krónum, nær gula leypinum.

 

- Vit koyra ahead, haldi eg, segði maðurin í Klaksvík.

 

Í aðru royndini steðgaði hjólið á 20.000 krónum.

 

- Ja, tvætl. Veitst tú hvat? Vit koyra ahead, vóru boðini enn einaferð.

 

Í triðju og seinastu royndini steðgaði hjólið aftur á 20.000 krónum, sum eisini gjørdist vinningurin í kvøld.

 

- Tað er ikki so galið. Tað er well. Takk fyri og gott vikuskifti, segði Hans Jacob Heinesen, sum í kvøld slapp at royna eydnuna í gekka-spælinum.