Neisin og VÍF eru favorittar

Í kvøld, mikukvøldið, verða fyrru hálvfinalurnar í steypakappingini hjá monnum spældar. Oddaliðini í fystu deild munnu vera favorittar undan dystunum. Neistin brestur saman við H71, meðan VÍF møtir StÍF á Skála

Í kvøld fáa hondbóltsáhugað eina góða ábending um, hvør fer at møtast í steypafinaluni hjá monnum. Talan er um fyrru hálvfinalurnar, ið verða leiktar mikukvøldið klokkan 20. Tó er einki avgjørt eftir fyrra dystin, tí liðini møtast tvær ferðir, og vinnarin samanlagt fer víðari í finaluna, ið verður leikt í Havn.
Talan er um fýra tey ovastu liðini í fremstu mansdeildini, ið hava spælt seg fram til hálvfinalurnar.

Grannar hittast
Í høllini á Hálsi møtast H71 og Neistin. Talan er um grannauppgerð, sum kann gerast spennandi. Eingin ivi er um, at Neistin hevur ein sterkari hóp og hevur verið nógv meira sannførandi enn H71 í ár.
Tó, tá talan er um steypadyst kann einki takast fyri givið. H71 tapti við seks málum móti StÍF á útivølli í teirra seinasta landskappingardysti. Teir eru tí ikki mentalt omaná undan dystinum.
Neistin vann hinvegin móti arvafíggindanum Kyndli um vikuskiftið. Hóast Neistin var aftanfyri í hálvleikinum, megnaðu teir at venda gondini.
Meðan Neistin er á øðrum plássi og stríðist um meistaraheitið, liggur H71 nummar fýra, men roynir at røkka bronsuni. Tað er tískil stórur munur á liðunum, sum bresta saman í fyrru hálvfinaluni mikukvøldið.
Neistin hevur eisin havt gott tak á hoyvíkingum í dystunum teirra millum í hesum kappingarárinum. Hesi viðurskifti gera Neistan til stórfavoritt at vinna sæti í finaluni.
H71 hevur tó fleiri góðar leikarar, sum kunnu bíta frá sær og geva Neistanum ein hvøkk. Her verður serliga hugsað um Bjarna Wardum. Hann fer at hava stóran týdning í royndini hjá hoyvíkingum at fáa finalupláss. Fyrrverandi kyndlaspælarin skeyt ikki færri enn fimtan mál móti StÍF í seinastu umfari í landskappingini.

Torførur dystur hjá VÍF
Somuleiðis má sigast um hina hálvfinaluna millum StÍF og VÍF, at ein stórfavorittur er undan dystunum.
Tað hevði loypt hvøkk á tey flestu, at um VÍF ikki megnaði at vinna seg fram til finaluna. Forðingin er StÍF, ið tó má metast sum ein stór hóttan hjá vestmenningum.
Strandingar eru væl upplagdir eftir ein góðan sigur á H71 um vikuskiftið. VÍF hevur hinvegin ikki verið serliga sannførandi í seinastu dystunum. Tó so at VÍF hevur vunnið allar dystirnar, men VÍF hevur ikki verið eins sannførandi, sum teir plaga at vera.
At VÍF ikki spælir uppá sítt besta kann vera ein faktorur, sum StÍF skal gera sær dælt av. Kanska er lítið sannførandi spælið hjá VÍF ein møguleiki hjá strandingum at vinna sigursvanda felagnum neisir.
VÍF vann ein sera tepran sigur við einum máli móti KÍF í teirra seinasta landskappingardysti. Avgerandi málið gjørdi Áki Olsen í seinasta sekundi. Hetta boðar frá, at spælið hjá VÍF ikki longur hevur tað flogið, sum tað hevði í byrjanini av kappingini.
VÍF var tá uttan tann kvika vongin Johnny Joensen og skotsterka Sámal Joensen. Óvist er, um hesir vera við í kvøld.
Eingin ivi er tó um, at tveir greiðir favorittar eru undan hálvfinalunum. Tey flestu munnu vænta, at Neistin og VÍF fara at dystast í steypafinaluni og um FM-heitið.