Fríggjakvøldið varð farið undir stóra steypavikuskiftið í hondbóltinum. Fyrsta finalan var millum G16 gentur hjá H71 og Neistanum.
Hóast fyrsta løtan ikki var so sannførandi, so var eingin ivi um, hvar liðið var tað stinnara. Neistin vann sannførandi 28 – 20. Longu í fyrra hálvleiki vóru tær í Neistanum greitt omaná, tí hálvleiksstøðan var 12 – 7.
Til dagsins leikara varð kosin Maria Pálsdóttir Nólsoy í Neistanum.