Á fundi týsdagin varð gjørt av, at um miðjan januar verður arbeiðið at byggja Neistahøllina alment boðið út. Tað skrivar Neistin á sínari heimasíðu.
Tað hava verið nógvar forðingar á leiðini. Fyrsta stóra forðingin var, at Neistin fekk ikki stuðul frá landinum, sum tað varð væntað frá byrjan. Um stuðulin kom, var longu farið undir arbeiðið.
Tórshavnar kommuna hevur veitt eyka stuðul til verkætlanina eftir sama leisti, sum Dansifrøi fekk.
- Nú hava vit fingið at vita, at málið verður avgreitt fyri jól. Harnæst eru ymsir møguleikar kannaðir, so mest fæst fyri tøka peningin. Vit hava eisini togast um ymist við umsitingina í Tórshavnar kommunu, skrivar Neistin á sínari heimasíðu.