Í enn einum róligum dysti í SMS-deildini, vann Neistin í dag tryggan 24-18 sigur á StÍF.
Hálvfinaluluttakararnir í SMS-deildin eru longu funnir, og nú stríðast liðini um at enda so ovarlaga sum gjørligt.
H71 vann í gjár á Kyndli, og hótti harvið triðja plássið hjá Neistanum, sum í dag vann sín dyst á StÍF - og nú leggur seg undir liðina á Kyndli og VÍF á fremsta plássið. H71 liggur tvey stig niðanfyri á fjórða plássi.
Neistin - StÍF 24-18
Neistin: Birita Ingolvsdóttir 6, Stina Madsen 4, Ingunn Persson 4, Fríða á Dunga 3, Anna Clementsen 2, Hjørdis Viðstein 1, Brynja Høj 1, Sólbjørt Høj 1, Gunnfríð Nólsoy 1, Petra Larsen 1.
StÍF: Haruka Gima 8, Karina B. Høgnesen 4, Mao Otani 1, Yuika Kurimoto 1, Rebekka Zachariassen 1, Kristina Mikkelsen 1, Emmy Kass
Støðan í SMS-deildini (hsf.fo):
Støðan | Dystir | Vunnin mál | Tapt mál | Munur | Stig |
KYNDIL | 15 | 398 | 305 | 93 | 22 |
NEISTIN | 16 | 392 | 330 | 62 | 22 |
VÍF | 15 | 407 | 349 | 58 | 22 |
H71 | 15 | 410 | 344 | 66 | 20 |
STJØRNAN | 15 | 356 | 410 | -54 | 9 |
STÍF | 16 | 357 | 461 | -104 | 7 |
VB | 14 | 300 | 421 | -121 | 4 |
##ms##