KÍF bjóðaði fyri fyrstu ferð til heimadyst í Vestmanna, tá Neistin var og vitjaði leygardagin. Og Neistamenn vístu seg sum óhøviskar gestir og fóru avstað aftur við øllum.
Tað var ikki tann stóri munurin millum liðini, hóast Neistin hevur fingið rímiliga góð úrslit í dystunum upp til kappingarbyrjan, meðan kollfirðingar hinvegin hava umhugsað at tikið sítt lið úr kappingini.
Men tá Neistin móti endanum av fyrra hálvleiki tók seg framum, sleptu teir ikki takinum aftur, og at enda vunnu teir 22-19.
Andreas F. Hansen er nýggjur spælandi venjari hjá Neistamonnum, og hann díkir á sínar menn. Kári Mortensen er framvegis við, hóast hann hevur aldur til at vera pápi at fleiri av sínum viðspælarum, men tað tykist, sum um Neistin í ár hevur fingið eina góða blanding av eldri royndum kreftum og yngri ágrýtnum monnum.
KÍF-liðið líkist nógv tí, sum tað hevur verið í skjótt nógv ár, og fleiri at spælarunum eru eisini komnir væl upp í árini. Men teir bíða í nøkur ár afturat, inntil teir, sum spæla við dreingjum 16, eru nóg vaksnir at taka yvir á vaksnamannaliðnum.
Kollfirðingar vóru heldur ikki so langt frá at fáa okkurt burturúr dystinum, men havnarmenn vístu seg at vera stinnari og eru nú tað ovasta av teimum trimum høvuðsstaðarliðunum í 1. deild hjá monnum.
KÍF-Neistin 19-22 (12-15)
KÍF: Eddi Joensen 7 (1), Jákup Dam 6, Vagnur Johannesen 3, Petur M. Johansen 2 (1), Christian M. Dam 1.
Neistin: Ári Rouch 6, Hans Laksá 4, Kári Mortensen 3 (1), Páll Nólsoy 3, Jákup Sverri Kass 2, Jógvan Djurhuus 1, Andreas F. Hansen 1, Áki Mørk 1.
Útvísingar: KÍF 3, Neistin 1.