Hóskvøldið seta Neistakvinnurnar hol á hondbóltslandskappingina, tá tær spæla útidyst móti Stjørnuni.
Tað verður tó uttan vanliga spælskiparan, Báru Hansen, sum annars hevur verið ein av týdningarmestu spælarunum hjá felagnum seinnu árini.
Bára er nevnliga við barn, og tí verður hon ikki partur av hópinum hetta kappingarárið. Tað varð staðfest í hondbóltsblaðnum, sum var partur av Vikublaðnum hesaferð.
Umframt Báru hevur Neistin eisini mist ein annan spælara, sum ætlandi skuldi vera partur av liðnum í vetur. Marianna Holm Jacobsen, sum hevur verið uttanlands á ítróttaskúla, hevur nevnliga gjørt av at skifta til VÍF, og har hevði hon ein fínan dyst, tá hon og nýggju liðfelagarnir byrjaðu kappingarárið við sigri móti StÍF.