Neistin, sum byrjaði kappingarárið fínt við at vinna teir báðar fyrstu dystirnar, umframt at standa seg framúr væl í EHF-kappingini, har tað eydnaðist at vinna seg víðari til annað umfar, er framvegis bara ein skuggi av sær sjálvum.
Felagið valdi at geva venjaranum durafjórðingin, men sum úrslitini hava háttað seg, er ivasamt, um venjarin var tað einasta, ið ikki riggaði nóg væl. Í øllum førum er Neistin farin fýra ferðir á rað av vøllinum, uttan at hava vunnið. Tvey stig av átta møguligum fortelur um viknaðar greipuvinnarar.
Í gjár var Neistin á Skála og spældi ímóti StÍF, ið ikki hevur verið roknað sum eitt av teimum allarsterkastu liðunum, tí strandingar eru í ferð við at byggja sær eitt nýtt lið upp við fleiri ungum og evnaríkum spælarum, ið tó ikki enn hava so nógvar royndir.
Allíkavæl gjørdist talan um ein javnan dyst, sum eisini endaði við javnleiki, 22-22, eftir at StÍF hevði verið á odda við tveimum málum í hálvleikinum. Fyrsta hálva tíman var StÍF omaná og hevði eisini uppborið hálvleiksleiðsluna, men liðið megnaði ikki at halda fast eftir steðgin.
Tá var tað hinvegin Neistin, ið vísti betra spælið og hevði munin, og sjálvt um munurin ongantíð var størri enn trý mál, fór tað at líkjast meira og meira einum tiltrongdum bláum sigri. Ikki minst, tá Sjúrður Thomassen í síðsta minutti legði Neistan á odda 22-21.
Men gestirnir gjørdu rokning uttan vert, tí í síðstu sekundunum megnaði spælarin venjarin hjá StÍF, Alexandur Johansen, at javna til 22-22. Tá var ov lítil tíð til, at Neistin fekk gjørt nakað, so liðini fingu eitt stig í part.
StÍF: Marius Joensen 4, Jóhannes Prestá 4, Jørmund Joensen 3, Alexandur Johansen 3, Jógvan Berg 2, Fríði R. Djurhuus 2, Jógvan G. Joensen 2, Høgni Jensen 1, Allan Norðberg 1
Neistin: Jugoslav Djumic 5, Jósef Abrahamsen 5, Eddi Joensen 4, Jákup Apol 3, Finnur Hansson 2, Sjúrður Thomassen 2, Áki Mørk 1