Neistin basti Søljuni

Tað gekk sum væntað, tá Søljan vitjaði Neistan, men leingi fylgdu gestirnir væl við, og ikki fyrr enn Neistin fór at mansverja Nicoletu Radu, skrædnaði millum partarnar

Hondbóltur

Í høllini á Hálsi vann Neistin ímóti Søljuni. Dysturin varð ikki væl leiktur og var merktur av lítlari ferð og nógvum persónligum feilum.
Neistakvinnurnar hava við sigrinum á Søljuni fingið góða byrjan uppá kappingina. Tveir sigrar og ein taptan dyst er tað blivið til higartil hjá Neistanum, meðan Søljan enn hevur fyrstu stigini tilgóðar.
Tað var tó lítið sum bendi á, at Neistin skuldi vinna ein so ruddiligan sigur. Liðini fylgdust rættuliga væl ígjøgnum allan fyrra hálvleik og stóran part av seinna hálvleiki. Neistin var tó leikliga omaná alla tíðina, men neistakvinnur megnaðu sera illa at umseta allar teir upplagdu málmøguleikarnar til mál, annahvørt vóru tær ikki nóg neyvar ella var tað tí, at ein sera væl leikandi Kristina Griksaite stóð í málinum hjá Søljuni.

Mansverja hjálpti
Í fyrra hálvleiki royndu neistakvinnurnar at seta ferðina upp, men tað gekk ikki tí tær gjørdu alt ov nógvar feilir. Tað gjørdi heldur ikki støðuna betri, tá Lina Andriulyte mátti fara av vøllinum við einum skaddum fingri.
Søljan var við allan fyrra hálvleik og tær fingu eisini pláss at spæla. Serliga Nicoleta Radu gjørdi um seg, hon saman við Heidi Akselsen og Arnleyg Haraldsen stóðu fyri øllum álopspælinum hjá Søljuni. Tá farið var til hálvleiks var Neistin á odda 13 - 12.
Í byrjanini av seinna hálvleiki gekk spælið báðar vegir, og ta einu løtuna var støðan 16-16, men so var tað sum at Neistin tendraði. Tær settu Ásu á Neystabø at mansverja Nicoletu Radu, og so var sera trupult, fyri ikki at siga ógjørligt hjá Søljuni at fáa mál. Nú st?rdi Neistin fullkomiliga dystinum, og tær gjørdu sum teimum lysti. Tá ið dysturin var liðugur, hevði Neistin vunnið við ellivu málum so endaliga støðan gjørdist 29 - 18.
Fyri Neistan var hetta ein dystur sum skuldi vinnast, um tær ætla at vera við tá heiðursmerkini skulu b?tast einaferð í vár, harafturat skulu tær vísa betri spæl enn tær gjørdu sunnudagin ímóti Søljuni. Hjá Søljuni verður helst talan um eitt botnstríð hetta kappingarárið, hópurin er sera smalur, og so at siga alt álopsspælið hvílur á herðunum á Nicoletu Radu.
Komandi vikuskiftið skulu neistakvinnur til Vestmanna at leika ímóti VÍF, meðan Søljan skal royna seg á Giljanesi, har StÍF kemur á vitjan.

Dysturin í tølum
Neistin-Søljan 29-18 (13-12)
Málskjúttar
Neistin: Simona Dziugyte 7(2), Lív Sørensen 4, Ása á Neystabø 4, Rakul Augustinusen 4, Marjun Tróndarson 3, Jórun Ludvig 3, Vivian Unadóttir 2, Lina Andrialyte , Unn Kragesteen 1
Søljan: Nicoleta Radu 9, Heidi Maria Akselsen 4, Arnleyg Haraldsen 3, Jana Jacobsen 1, Petera Thomassen 1
Brotskøst: Neistin 3, Søljan 1
Útvísingar: Neistin 5, Søljan 3
Dómarar úr Kyndli: Hannis Wardum & Uni Wardum