Hondbóltur
Neistin tók sunnudagin eitt sera avgerandi fet í stríðnum um at vinna sær rætt til annað av plássunum í FM-finaluni í manshondbólti.
Sum kappingin hevur lagað seg, so hevur talan fyri tað nógva verið um kapprenning millum H71 og Neistan í stríðnum um at fylgja við oddaliðnum úr Vestmanna, og tí var lagt upp til sannan stórdyst.
Og verður tosað um intensitet, so livdi dysturin so ruddiliga upp til vónirnar.
Mistu Halgir
Tað fekk stóran týdning fyri H71, at Halgir Dahl Olesen tíðliga noyddist av vøllinum við nógvari pínu í knænum. Hóast hann nú fyri tað nógva eisini er á strikuni, so tók skaðin nógv av skotstyrkini frá H71, sum tí fyri tað allar mesta noyddist at stríða seg heilt inn, áðrenn álopini vórðu endað.
Tí máttu teir nýta væl fleiri kreftir enn Neistin, sum við monnum sum Finnur Hansson og Áka Mørk eisini hevur skotstyrki frá bakkunum, og sum við einum sera væl uppløgdum Blagoje Buha eisini hevði spælaran, sum kundi seta beinleiðis mótstøðumannin av.
Men hetta fekk á ongan hátt hoyvíkingar at gevast. Tvørtur ímóti hóttu teir veruliga við at renna avstað, tá fyrri hálvleikur var á leið hálvrunnin. 8-10 varð broytt til 13-11, áðrenn Neistin aftur raknaði við, og eftir hetta hevði H71 fyri tað mesta tak á dystinum.
Men tað eydnaðist ikki at halda fast í hesum. Og kanska var missurin av Halgir júst ein orsøk til hetta. Vertirnir vóru støðug noyddir at brúka fleiri kreftir í sínum álopsspæli, og seinastu minuttirnar tóktist heilt útselt. Talan gjørdist nú bara um skot útifrá, og hesum hevði væl vaksna Neista-verjan ikki stórvegis trupulleikar av at verja fyri. Og so kundi David Edvardsen við tveimum kanónskotum av veinginum punktera spenningin í dystinum.
Trýst á H71
Eitt er, at sigurin gav Neistanum fyrimun í kapprenningini við H71 um pláss í FM-finaluni.
Annað er, at hetta økir munandi um trýstið á hoyvíkingarnar. Teir hava higar til verið teir einastu, sum hava tikið VÍF, og nú er tað næstan krav, at talan verður um endurtøku, tá H71 komandi vikuskiftið spælir í Vestmanna.
Fakta um dystin
H71-Neistin 26-28 (16-14)
10 min: 4-4
20 min: 8-10
40 min: 18-19
50 min: 23-23
Málskjúttar
H71: Janus Sørensen 7, Dánjal Tórgarð 6(4), Johnny Durhuus 3, Esbern Patursson 2, Danni Syhler 2, Regin Joensen 2, Bjarni Sørensen 1, Bárður Brimvík 1, Halgir Dahl Olesen 1, Poul Kjartan Dam 1
Neistin: Finnur Hansson 6(2), Blagoje Buha 6, Áki Mørk 5, Karl Herup Olsen 4, Ingi Olsen 3, Tróndur Kragesteen 2, David Edvardsen 2
Brotskøst: H71 4, Neistin 3
Útvísingar: h71 4, Neistin 2
Diskvalifikatión: Neistin 1 (beinleiðis reytt)