Neistin endaði við sigri

Neistin vann ein tryggan men týdningarleysan sigur í seinasta umfari av Atlantic Airways kappingini, tá teir vitjaðu hjá hoyvíkingum

HONDBÓLTUR

H71 og Neistin høvdu so at siga einki at spæla um, tá liðini brustu saman í seinasta umfari av Atlantic Airways kappingini á hesum sinni. Undan dystinum lá H71 niðast, meðan Neistin lá næstniðast, og tí var einki uppá spæl hjá nøkrum av liðunum undan dystinum.

Neistin avgjørdi undan steðginum
Dysturin var bara sjey minuttir gamal, tá hevði Neistin lagt seg á odda 5-1, og hetta sá also ikki gott út hjá ungu hoyvíkingunum. Næstu løtuna royndu teir av øllum alvi at kempa seg innaftur í dystin, og hetta gekk partvís. Teir fingu minka um munin niður í tvey mál, men nærri komu teir ikki. Eftir hetta tók Neistin fullkomiliga yvir. Restina av hálvleikinum vóru teir væl betri enn H71, og munurin gjørdist bara størri og størri.
Tá liðini fóru til hálvleiks førdi Neistin 23-15, og longú nú var dysturin avgjørdur.

Tryggur neistasigur
Fyrstu løtuna av seinna hálvleiki fekk H71 fýra mál á rað, so nú var munurin bert fýra mál. Neistin vildi tó ikki loyva H71 innaftur í dystin. Næstu løtuna drógu teir frá aftur, og tá ið góðir 20 minuttir vóru farnir av seinna hálvleiki, vóru 10 mál á muni aftur, so nú var liðugt.
At enda vann Neistin ein sannførandi 11 mála sigur, og í seinasta dystinum var slett eingin ivi. Neistin var nógv betra liðið, og sigurin var fult uppiborin.

Fakta

H71-Neistin 28-39 (15-23)
Málskjúttar:
H71: Poul Kjartan Dam 9, Niels Viggo Niclassen 7 (1), Janus Sørensen 4, Gunnar Bláberg 3, Bjarni Sørensen 2, Dánjal Tórgarð 2, Heini Bendtsen 1
Neistin: Blagoje Buha 8 (1), Áki Mørk 5, Jugoslav Djumic 5, Tróndur Kragesten 4, Dann Thorleifsson 4, Carl Herup Olsen 3, Johann Brekkstein 2, Birgir Poulsen 2, Jens Mohr 2, Bogi Berg 2, Karl Oddmar Rasmussen 2
Brotskøst: H71 3, Neistin 2
Útvísingar: H71 2, Neistin 2
Dómarar: Ragnar Simonsen & Rúni Mohr