Mikukvøldið klokkan 20 verður seinasti dysturin í grundspælinum í 1. deild hjá monnum spældur. Hann verður millum VÍF og Neistan í høllini í Vestmanna. Hetta er ein útsettur dystur, sum upprunaliga skuldi spælast í desember.
Páll Poulsen, venjari hjá VÍF, heldur ikki, at hesin dysturin fer at hava altavgerandi týdning fyri meistaraheitið. Hetta er ein dystur í grundspælinum og fer tí bara at telja eitt stig tá avtornar. Tó viðgongur hann, at hesin væl kann gerast tungan á vágskálini, tá kappingarárið er at enda komið.
Neistin favorittur
Hóast VÍF hevur fyrimunin av heimavølli fer Páll Poulsen ikki at útnevna sítt lið til favoritt at vinna dystin.
? Um hugt verður at dagsforminum og tveimum teimum seinastu dystunum, so má Neistin vera favorittur, tí teir eru væl koyrandi í løtuni, sigur Páll Poulsen.
Hann leggur afturat, at dysturin kann fáa stóran sálarligan týdning fyri kappingina víðari.
? Neistin hevur vant nógv í jólafrítíðini, meðan okkara leikarar als ikki hava vant. Tí hevði tað verið ein dyggari sálarligur smeitur fyri Neistan, um teir tapa, enn fyri okkum, sigur venjarin.
? Vit hava lagt tað soleiðis til rættis, at vit vandu ógvuliga nógv í byrjanini av kappingini og vóru eisini á venjingarlegu tá. Tí hava leikararnir fingið ein steðg nú á jólum, og ætlanin er, at teir síðani skulu vera í sínum besta formi móti endanum av kappingini, sigur Páll Poulsen.
Johnny ivasamur
Venjarin væntar at hava at kalla allar spælarar tøkar til dystin mikukvøldið. Tó er Johnny Joensen sera ivasamur. Hann var so óheppin at detta á arbeiðsplássinum, og hann hevur ligið á sjúkrahúsinum seinastu dagarnar.