Neistin er nummar eitt

Tað er avgjørt og greitt. Mannsliðið hjá Neistanum stóð royndina, tá teir leygardagin vunnu greiðan sigur á VÍF, og tryggjaði sær harvið fyrsta føroyameistaraheitið í 22 ár

VÍF-Neistin 22-27 (12-12)



Høllin í Vestmanna var stúgvandi full av fólki, tá avgerandi dysturin um FM-heitið fyri ár 2000 varð leiktur.

Treytirnar hjá báðum liðunum undan dystinum vóru á leið tær somu, tí tað var púra greitt, at vinnarin av dystinum gjørdist føroyameistari. Neistin hevði tó tann fyrimun, at teir eisini kundu standa seg við einum javnleiki, men hóast flestu áskoðararnir roknaðu við einum javnum dysti, so mundi tað ikki vera við javnleiki fyri eygað, at neistaleikararnir fóru á vøllin.


Ingi mansvardur

Teir fyrstu 30 minuttirnar leikaði ógvuliga javnt á millum liðini bæði. munurin kom ongantíð upp um tvey mál, og liðini bæði skiftust um at hava leiðsluna.

Fyri at byrgja upp fyri álopsspælinum hjá VÍF hevði neistavenjarin gjørt av, at Ingi Olsen skuldi mansverjast frá fyrsta bríksli, og hetta darvaði eisini vestmenningunum almikið.

Ikki tí, so at siga allan hálvleikin vóru tað vestmenningar, sum vóru vandamiklari, og teir megnaðu eisini betri at kom fram at skotroyndunum, men Petur Magnusson í neistamálinum stóð ein sannan branddyst, og millum annað tók hann fullkomuliga pippið frá Sámli Joensen.

Í hinum endanum var so at siga alt álopsspælið bygt á avrikini frá kanónunum hjá Neistanum, Heina og Áka, og tað var einamest teimum báðum at takka, at Neistin megnaði at fylgja við málskjótingini hjá heimaliðnum. Av teimum tólv málunum, sum Neistin fekk í fyrra hálvleiki, skeyt Kári Mortensen eitt, meðan Heini og Áki tóku sær av restini.

Merkisvert var annars, at hvørki av liðunum megnaðu at gera sær dælt av yvirtalsstøðum, tá hesar íkomu. Miðskeiðis í hálvleikinum vóru vestmenningarnir fimm mans á vøllinum, uttan at Neistin megnaði at skræða seg leysan frá teimum. Løtu seinni vóru Neistamenninir bert fýra mans á vøllinum, men heldur ikki tá megnaðu Vestmenningarnir at leggja sjógv ímillum liðini bæði.


Neistin leyp avstað

Beinan vegin sum seinni hálvleikur byrjaði, fekk Neistin tað, sum seinni skuldi vísa seg at gerast ein avgerandi leiðsla.

Eftir at vestmenningar høvdu lagt fyri við málskjótingini, fekk Neistin nú fimm mál á rað, áðrenn vestmenningarnir megnaðu at svara aftur. Vestmannaverjan fekk síðani nógv betri tak á neistamonnunum, men tá teir ikki megnaðu at skora sjálvir, minkaði munurin ikki.

Eisini VÍF royndi seg nú við mansverju, men hetta gav betri pláss til hinar leikararnar, og serliga dugdi Áki Mørk at gera sær dælt av hesum, men eisini aðrir leikarar gjørdust nú alt meira sjónligir.

Miðskeiðis í hálvleikinum var tað brádliga sum um neistaliðið eksploderaði. Enn einaferð skutu teir nú fimma mál á rað, soleiðis at leiðslan øktist upp í átta mál. Bláa áskoðarafjøldin, sum mest sum hevði hersett á leið ein fjórðing av høllini, leikaði nú í, púra vís í at tey skuldu verða vitni til leingi saknaða FM-sigurin.

Vestmenningar royndu at enda at mansverja bæði Heina og Áka, men ov seint var, og hetta mundu leikararnir eisini merkja sjálvir. Seinastu løtuna av dystinum, skuldu neistaleikararnir bert dríggja sær tíðina, og hóast VÍF móti endanum fekk trý mál á rað, so kom sigurin ongantíð í vanda.


Spenningur

Tikið samanum, so mundi dysturin leygardagin ikki vera av teimum best leiktu hetta kappingarárið. Mansverjur og nervar mundu eisini gera sítt til, at tað ongantíð kom veruligt glið á spælið, men undirhaldið var tó á eini leið alla tíðina.

Fram til tað vóru einir tíggju minuttir eftir at leika, var nervin í dystinum alla tíðina til staðar, og tá spenningurin at enda var fokin, gjørdu bláklæddu neistaáskoðarnir sítt til, at veruligur veitslurómur var í høllini.

Eftir dystin tustu áskoðararnir inn á vøllin, har hálsfevningar, mussar og sigurssangir vóru á skránni. Gleðin á bláu andlitunum var sjónlig, og hví skuldi hon ikki verið tað. Lið teirra hevði júst tryggjað sær gullmerkini í einum altavgerandi dysti, sum samstundis setti punktum fyri einum kappingárið, sum helst man teljast millum tey mest spennandi í langa tíð.

Samanumtikið mundi tað vera á eini leið, at tað varð Neistin, sum fekk FM-heitið, tá avtornaði. Eftir eina heldur laka byrjan, endaðu teir grundspælið á einum triðja plássi, men eftir jólasteðgin hevur eingin staðið teimum kurl. Í øllum førum ikki í landskappingini.

Eitt flott avrik, sum í seinasta enda var nóg mikið til at tryggja felagnum fyrsta meistaraheitið í 22 ár, í øllum førum á manssíðuni.


Dysturin í tølum

Málskjúttar:

VÍF: Ingi Olsen 6 (3), Agnar Joensen 4 (2), Johnny Joensen 4, Martin Hummeland 4, Sámal Joensen 2, Rógvi Nielsen 1, John Zachariasen 1

Neistin: Heini Joensen 11 (1), Áki Olsen 7, Áki Mørk 3, Elmar Ósá 2, Finnur Hansson 2, Kári Mortensen 1, Jákup Sverri 1

Brotskøst:

VÍF 5, Neisitn 2

Útvísingar:

VÍF 2, Neistin 6

Dómarar úr Kyndli:

Hanus Kúrberg og Hans Thomassen