Týskvøldið spældu StÍF og Neistin útsettan dyst í Atlantic Airways-kappingini. Dysturin byrjaði upprunaliga um vikuskiftið og eftir at StÍF var á odda 4-0, fór ljósið í høllini og dysturin mátti spælast av nýggjum.
Dysturin hevði stóran týdning fyri serliga Neistan, sum er við í einum jøvnum stríði um seinna FM-finaluplássið. Teir høvdu ikki ráð til at tapa, men soleiðis sum gongdin hevur verið seinastu tíðina, hendi júst tað, sum stúrt var fyri. Neistin tapti nevniliga 24-26.
Hetta merkir, at Neistin nú av álvara er dragnaður í stríðnum um seinna FM-finaluplássið. Teir eru nú fýra stig aftanfyri VÍF, meðan teir liggja javnir við H71, sum tó hevur leikt tveir dystir færri og kann við tveimum sigrum leggja seg undir liðina á VÍF.