Eins og kvinnurnar vóru menninir hjá Neistanum í Runavík sunnudagin, og meðan kvinnuliðið vann við tíggju málum, bleiv sigurin hjá monnunum so lítil, sum hann yvirhøvur kundi vera.
Neistin vann 30-29 á Tjaldrinum, men við eitt sindur av hepni kundi Tjaldrið eisini fingið stig burtur úr dystinum.
Tað gekk javnt á fyrstu løturnar. Neistin kom upp á 2-0, Tjaldrið javnaði til 2-2, Neistin kom upp á 5-2, og Tjaldrið minkaði til 5-4.
Men so fóru Neistamenn at draga frá. Teir komu upp á 9-4, áðrenn liðini fóru at skiftast um at skora, so Neistin, tá sjey minuttir vóru eftir av fyrra hálvleiki, var á odda 14-8.
Men so varð Jákup Sverri Kass hjá Neistanum útvístur fyri fyrstu ferð (í síðsta enda fekk hann reyða kortið fyri tríggjar útvísingar), og í tráð við uppleggið hjá Tjaldrinum fóru teir í yvirtalsstøðuni út at mansverja ein av mótstøðumonnunum. Í hesum førinum var tað Kári Mortensen, og tað vísti seg at rigga væl. Tjaldursmenn minkaðu frá 8-14 til 11-14, og so var munurin lítil aftur. Neistin fór til hálvleiks við leiðslu upp á 16-12.
Seinni hálvleikur byrjaði á sama hátt sum fyrri. Liðini skiftust um at skora, og tá tíggju minuttir vóru spældir, var støðan 21-18 til Neistan.
Men nú kom ferð á hjá heimaliðnum. Støðugt tóku teir seg inn á mótstøðuliðið, og tá tíggju minuttir vóru eftir, vóru teir knappliga á odda fyri fyrstu ferð í dystinum, 24-23.
Men so brast aftur. Neistin gjørdi eitt ordans hál og kom upp á 29-25, og bert tríggir minuttir eftir av dystinum. Men heimaliðið vísti stríðsvilja og minkaði aftur munin niður í eitt mál, 29-28. Eins og í kvinnudystinum frammanundan misti Neistin nógv fólk hesar seinastu minuttirnar. Páll Nólsoy, Jákup Sverri Kass (triðju ferð hjá honum) og Ári Rouch vórðu allir útvístir, og spenningurin var í hæddini. Tá so Karl Oddmar Rasmussen skoraði til 30-28 við minni enn einum minutti eftir, sá alt út til at vera avgjørt. Men Tjaldrið minkaði til 30-29, og í seinastu fimm sekundunum fingu Tjaldursmenn enn ein stóran møguleika, sum kundi (og átti) at givið teimum annað stigið, men Dánial Hansen var ikki nóg kaldur í avgerandi løtuni.
Stór framgongd
Tjaldrið fekk einki stig frá Neistanum heldur, og teir hava nú tapt fimm ferðir á rað. Hesaferð var munurin so lítil, sum hann kundi vera. Arnfinn Langgaard, sum spælir við Tjaldrinum, hevur sína grundgeving fyri, hví so var:
? Tá vit komu upp í kappingina, var alt so knappligt, og vit høvdu als ikki vant nakað frammanundan. Vit hava eisini tapt stórt móti bæði VÍF og StÍF, men eg haldi, at vit raktu botnin móti strandingum. Nú eru vit um at koma í venjing, og tað sæst eisini aftur í tí, at verjan er meira skipað, og at vit orka at halda á ein heilan dyst, sigur hann.
Arnfinn heldur eisini, at dysturin móti Neistanum var eitt gleðiligt prógv um, at hóast nógv stendur og fellur við Jens Martini Knudsen, so eru eisini aðrir á liðnum, sum kunnu taka ábyrgd.
? Teir fóru at mansverja Jens Martin, men tað kom ikki óvæntað fyri okkum, og tað gav bara meira pláss til eitt nú Mortan Hansen, sum spældi væl, samstundis sum Jens Martin eisini fekk tvey mál, meðan hann varð mansvardur, sigur Arnfinn Langgaard.
Tað fekk nógva umrøðu, tá hondbólturin á Runavíkarleiðini valdi fyrst at taka seg úr øllum kappingunum og síðani at taka seg úr Nes Sóknar Ítróttarfelag og stovna sítt egna felag, men Arnfinn heldur, at avgerðin var røtt.
? Í mínari verð er tað her í Runavík ikki hugsingur um at reka eitt seriøst hondbóltsfelag, tá tað er saman við fótbóltsfelagnum. Tað sum nú er spell, er, at vit til venjing hava nóg nógv fólk til at manna tvey lið, m.a. fleiri unglingar, og so er tað spell, at vit bert hava eitt lið í kappingini og ikki hava lið í t.d. 3. deild, sigur hann.
Poli Hansen
nýggjur venjari
Higartil hevur tað verið Jens Martin Knudsen, sum hevur tikið sær av venjingini, men nú er greitt, at Tjaldrið fær góðan styrk aðrastaðni frá. Tað er strandingurin Poli Hansen, sum í nógv ár fram til seinasta kappingarár hevur spælt við StÍF, men sum nú skal vera spælandi venjari hjá Tjaldrinum.
Hóast Jens Martin gevst sum venjari, verður hann framvegis við sum spælari, og tað skuldi gjørt Tjaldursliðið enn sterkari. Og tá tað so eru tekin um, at fleiri av spælarunum, sum annars eisini spæla fótbólt, eisini taka hondbóltin í stórum álvara, er nógv sum bendir á, at felagið Tjaldur er komið fyri at vera, og at úrslitið móti Neistanum sunnudagin var ein góð ávaring til hini liðini, sum uttan iva hava havt og framvegis fara at hava lyndi til at undirmeta Tjaldursliðið.
? Nógv fólk var í høllini sunnudagin. Bert spell, at vit ikki fingu stig, tí tað hevði veruliga kunnað vakt áhugan aftur her á staðnum, sigur Arnfinn Langgaard.
Men kanska eru fyrstu stigini heldur ikki so langt burturi.