Spenningurin í Sunset-kappingini hjá kvinnum í ár hevur fyrst og fremst verið um, hvørt tað verður Stjørnan ella VB, sum vinnur gull, og um tað verður Neistin ella Søljan, ið fer avstað við bronsuni. Nú sær út til, at kappingin um bronsumerkini er avgjørd.
Eingin ivi
Týskvøldið hittust Søljan og Neistin í høllini á Giljanesi, og teir gott og væl 100 áskoðararnir kundu staðfesta, at tær bláu úr Havn høvdu munin á heimaliðnum.
Gamaní gekk tað javnt á fyrsta korterið, men tað var greitt, at Neistin hevði fleiri streingir at spæla uppá, og so hvørt sum dysturin leið, vísti hetta seg eisini aftur á máltalvuni.
Heimaliðið fylgdi við fram til gott og væl hálvan fyrra hálvleik, men so setti Neistin ferð á, og við fimm skjótum málum á rað løgdu tær seg á odda 12-6, og so var ilt at ímynda sær, at heimaliðið skuldi megna at svara aftur.
Tað skal tó sigast, at Søljan gav ikki skarvin yvir, tí heimaliðið stríddist manniliga, og eftir steðgin fingu tær eisini tikið seg nakað inn aftur á gestirnar, soleiðis at munurin eitt skifti tíðliga í seinna hálvleiki einans var tvey mál, men nærri kom Søljan ikki.
Neistin hevði munin og var væl betra liðið, og hetta sást serliga væl aftur seinasta korterið av dystinum, har tær av álvara løgdu sjógv millum seg og Søljuna og vunnu dystin greitt 28-21.
Við sigrinum tykist spenningurin um, hvør ið fer avstað við bronsuni, verða av, tí Neistin er nú fýra stig framman fyri Søljuni, sum tó hevur leikt ein dyst minni. Harumframt hevur Neistin, um liðini skuldu enda jøvn í stigum, væl betur málmun enn vágaliðið.
Søljan-Neistin 21-28(8-13)
Søljan: Nicoleta Radu Hansen 9(1), Heidi Maria Akselsen 4(1), Fía Selma Nielsen 3, Arnleyg Haraldsen 1, Herta J. Simonsen 1, Una á Steig 1, Petra Thomassen 1, Lina Andriulyte 1
Neistin: Simona Petersen 11, Ása á Neystabø 5, Marjun Tróndarson 5(2), Lív Sørensen 4, Annika Thomsen 3
Brotskøst: Søljan 2(2), Neistin 3(2)
Útvísingar: Søljan 4, Neistin 8
Dómarar: Brandur Johansen og Heri Petersen
Áskoðarar: 109