Neistin vann sín dyst móti StÍF trygt við 31-22. Í hálvleikinum var Neistin á odda 16-6, og tí kundu tær bláu loyva sær at taka tað meira róligt seinasta partin av dystinum.
Í Havn kundi VB lofta einum møguligum Neista-tapi, um tær vunnu sín dyst. Tað gjørdi VB eisini við 39-27, men tá Neistin vann somikið trygt, kundi tann sigurin vera tað sama.
Fyrsti finaludysturin millum Stjørnuna og Neistan verður spældur týsdagin.