Neistin gjørdi bart


Sóljan-Neistin 16-31 (9-19)
Kvinnuliðið hjá Neistanum vann týskvøldið ein sera sannførandi sigur á Sóljuni. Munurin var 15 mál tá avtornaði
Fremstu kvinnuliðini hjá Sóljuni og Neistaum hittust í høllini á Giljanesi. Úrslitið var ein knúsandi sigur til Neistan. 31-16 var endaliga úrslitið.
Við sigrinum tók Neistin seg framum VB uppá triðja pláss. Neistin og VB hava bæði 13 stig í part, men Neistin hevur frægari málmun. VB hevur tó spælt ein dyst færri enn Neistin.
Tað hevur tíverri ikki eydnast okkum at fáa fatur á dómaraseðlinum frá dystinum.