Hvonndeildin: Tað var toppur ímóti botni í ítróttarhøllini á Giljanesi í kvøld, har Søljan fekk vitjan av Neistanum. Søljan hevði undan dystinum einki stig, meðan Neistin hevði 13 stig og við einum sigri aftur kundi yvirhála Kyndil, sum fyribils hevði tikið oddasessin við 14 stigum.
Talan var um einvegis ferðslu allan dystin, tí Neistin vann dystin 9-34 eftir at hava verið á odda 6-19 í hálvleikssteðginum.
Sigurin hjá Neistanum ber við sær, at tær nú eru á fremsta plássi við 15 stigum. Søljan hevur framvegis einki stig og er greitt á aftasta plássi.
Kyndil er á 2. plássi við 14 stigum, VÍF hevur 12 stig og VB hevur 11 stig. Meðan Neistin og Kyndil hava spælt 10 dystir, so hava VÍF og VB dystir tilgóðar. Tær hava nevniliga spælt ávikavist níggju og sjey dystir.