Neistin í finaluni hóast tap

Kyndil vann kvøldsins hálvfinaludyst, men tað var ikki nóg mikið til samlaðan sigur.

Savnsmynd

Seinni hálvfinaludysturin í steypakappingini ímillum kvinnuliðini hjá Neistanum og Kyndli bleiv spældur í høllini á Hálsi í kvøld. Fyrri hálvfinaludysturin endaði við sigri til neistakvinnur, ið vunnu 17-14. Tískil stóð Neistin við væl betri kortum í hondunum enn Kyndil undan dystinum í kvøld.

 

Tað var tó Kyndil, sum vann dystin í kvøld. Í fyrra hálvleiki vóru kyndilskvinnur á finalukós, tí at hálvleiksstøðan var 10-7 til Kyndil. Í seinna hálvleiki megnaði Neistin tó at minka um munin, og seinastu minuttirnar fánaði spenningurin nakað. Endaliga úrslitið gjørdist tó 17-15 til Kyndil, men tað rakk ikki til eitt finalupláss.

 

Samanlagt vann Neistin tískil 32-31, um báðir dystir verða taldir við.

 

Tó er vert at nevna, at hetta var fyrstu ferð í hesum kappingarárinum, at Kyndil vann á Neistan. Fýra ferðir áður hava hesi liðini leikt dyst ímillum sín (í bæði lands- og steypakapping), og hvørjaferð hevur Neistin vunnið. Hetta mynstrið varð tó brotið í kvøld.

 

Sostatt verður finalan í steypakappingini hjá kvinnum spæld ímillum Neistan og VÍF í høllini á Hálsi leygardagin 13. februar.

 

Málskjúttarnir í dystinum á Hálsi í kvøld vóru hesir:

 

Kyndil: Turið Arge Samuelsen 7, Bára K. Hansen 2, Ásleyg Súnadóttir 2, Marianna G. Eystberg 2, Súna K. Hansen 1, Gudrun R. Olsen 1, Anna Brimnes 1 og Randi Wardum 1.

 

Neistin: Marjun Danberg 11, Birita Jacobsen 1, Eir Berg 1, Nicoleta Hansen 1 og Brynja Høj 1.

Savnsmynd

Savnsmynd

Savnsmynd

Savnsmynd

Savnsmynd