Kvinnurnar hjá Neistanum vunnu steypakappingina fyri viku síðan, men sigurin var ikki eins sannførandi sum aðrir sigrar hava verið. Nú metur landsliðsvenjarin hjá monnum, at VÍF/Tjaldur hevur møguleikan at verða fyrsta liðið, sum tekur stig frá Neistanum.
Neistin er í dag á vitjan hjá í Vestmanna, har VÍF/Tjaldur tekur ímóti. VÍF/Tjaldur hevur fingið nýggjan venjara í Jan Ottosen, og hann hevur ikki uppgivið at røkka FM finalunum. Eitt stig á leiðini er dysturin í dag móti Neistanum í dag.
- Eg haldi meg síggja nakrar veikleikar á liðnum hjá Neistanum, umframt at VÍF/Tjaldur er í framgongd. Tí fari eg fyri fyrstu ferð í hesum kappingarárinum, at gera eitt lið til favoritt móti Neistanum, sigur Birgir Hansen, landsliðsvenjari hjá monnum.
Tað ljóðar eisini, at Adina Petrea verður á liðnum hjá VÍF/Tjaldur í dag. Hon hevur annars ikki spælt seinastu dystirnar.
Fremsta deild kvinnur:
VÍF/Tjaldur Neistin (14.30)
VB StÍF (15.00)
Støðan:
1. Neistin 24
2. Kyndil 16
3. VÍF/Tjaldur 10
4. StÍF 9
5. VB 8
6. Stjørnan 7