Sunnudagurin á Skála byrjar við kvinnudysti millum StÍF og Neistan, og her hava Neista-kvinnurnar møguleikan at leggja seg einsamallar á odda, nú Stjørnan hevur frí.
Liðið hjá Neistanum verður helst tað sama, sum fyri viku síðani spældi javnt móti Kyndli, men tað er eingin loyna, at tær í Neistanum eru uppsettar upp á at vinna hesaferð. Higartil hevur sterkasta vápnið hjá liðnum verið kontraspælið, og fæst hetta at rigga, eru tær helst heilt nær sigrinum.
StÍF hevur hinvegin ofta argað fremru liðini, og tí kann væl roknast við, at tær eisini vilja bíta frá sær.