Neistin-VB 39-37
Neistakvinnur halda framvegis fast í vónini um, at tær kunnu røkka einum finaluplássi í Sunset-kappingini.
Í dag spældi Neistin útsettu uppgerðina móti VB, og hendan dystin vann havnarliðið við tveimum málum.
Sigurin ber við sær, at Neistin nú bert er eitt stig aftan fyri VB og Tjaldur á stigatalvuni. Tjaldur hevur tó spælt ein dyst færri enn hini bæði liðini.