Tað eydnaðist heldur ikki hesaferð hjá strandingum at fáa stig. Sunnudagin vóru silvurvinnararnir av Strondum í Havn og vitjaðu Neistan, og tað vóru havnarmenn, sum drógu longra stráið, tá dysturin var av.
Strandingar byrjaðu annars dystin betur enn Neistamenn, men tað var ongantíð nog mikið til at sleppa langt fram um. Strandingar vóru á odda við bæði 3-1 og 5-3 í byrjanini, men Neistin helt tørn alla tíðina, so strandingar ongantíð sluppu ov langt.
Neistin gjørdi harafturímóti ein rættiligan vørr mitt í fyrra hálvleiki. Strandingar vóru frammanfyri við tveimum málum, 7-5, men so kom ferð á neistamenninar. Eftir bert tveimum minuttum fóru teir frá 5-7 til 9-7.
Hetta lopið var tó ikki nóg mikið til at loypa hvøkk á strandingarnar, tí teir komu afturíaftur og fingu lagt seg á odda áðrenn liðini fóru til hálvleik. Tá var støðan 11-10 til strandingar.
Ein sera javnur dystur, sum ikki verður mintur fyri sítt góða spæl, men heldur fyri teir brendu málmøguleikarnar um tað skal verða nakað.
Fyrstu minuttirnar av seinna hálvleiki gekk nøkulunda javnt á. Tá tíggju minuttir vóru farnir av seinna hávlleiki stóð á jøvnum 14-14, men næstu seks minuttirnar avgjørdi Neistin í veruleikanum dystin, tí hesar minuttirnar fóru teir frá støðuni 14-14 til 18-14 uttan at StÍF svaraði aftur.
Hóast tað enn restaði eitt korter av dystinum, so megnaðu strandingar ikki at fáa vent gongdini. StÍF minkaði um munin, men tað var bert við tí eina málinum og tí gjørdist endaliga úrslitið, at Neistin vann dystin móti strandingum við trimum málum. Endaliga støðan gjørdist 26-23 til Neistan.
Misbrúktu nógv
Tað skal eingin ivi vera um, at tað vóru strandingar sjálvir, sum áttu skyldina fyri tapinum. Verður hugsað um endastøðuna hjá liðunum í fjør, so var StÍF í toppinum, meðan Neistin var í botninum. Tá manglaði Neistin tað hepnið, sum teir dugdu so væl at gera sær dælt av sunnudagin.
Hóast strandingar vóru óhepnir, so skulu bóltarnir í málið áðrenn tað telur, og tí gekst illa í hond við sunnudagin. Nógv skot fóru uttanfyri, meðan Bogi Henriksen tók fleiri.
Tað gjørdi Johan Danielsen eisini, men munurin var, at Neistamenn fingu fatur í nógvum returbóltum og tað sæst eitt nú við, at strikuspælarin Páll Nólsoy gjørdist toppskjútti hjá Neistanum við sjey málum. Honum á baki kom Hans Laksá við fimm málum og Jákup Sverri Kass við fýra. Hjá strandingum vóru tað brøðurnir Alexandur og Artur Johansen, sum saman við Eliasi Hansen gjørdu bróðurpartin av málunum. Alexandur gjørdi 6 mál, Elias fimm og Arthur fýra.
Nú sansar at
Tað er sjálvsagt, at tað er í so tíðliga at tosa um kreppu á Strondum enn, men tað hevur ikki gingið strandingum væl í byrjanini. Fyrsti dysturin í ár var torførur, móti VÍF, men tað er nokk einki at taka seg aftur í, at teir óivað høvdu væntað at vinna móti Neistanum, hóast tað liðið er væl betri enn í fjør.
Tað eydnaðist teimum ikki at vinna, so nú mugu boðini frá Jónleifi Sólsker til spælararnar verða greið. Næsti dystur móti KÍF má og skal vinnast. Annars er heilt galið á Strondum.
Hjá Neistanum er hinvegin væl betri statt. Liðið hevur leikt tveir dystir og hevur vunnið báðar, eins og Kyndil og VÍF hava gjørt tað. Hvussu fer at gangast næsta dyst mugu vit bíða eftir, men greitt er, at venjarin Andreas F. Hansen hevur fingið góða byrjan í »hinum« havnarfelagnum.