Hóast hópurin hjá Neistanum ikki er líka breiður sum hann var til farna kappingarár, heldur ungi og evnaríki Teis Horn Rasmussen, at spælarar eru komnir til, sum kunnu gera hópin hjá Neistanum sterkari.
Les eisini: Turið fingið tilboð frá útlandinum
Í Neistanum eru teir fullgreiðir yvir at talan kemur at vera um harða kapping í oddastríðnum. Málsetningurin er at enda millum fýra tey ovastu, men Teis Horn Rasmussen dylir heldur ikki fyri, at sum hondbóltsspælari, spælir man altíð fyri at vinna.
- Málsetningurin hjá okkum er at vera millum fýra tey bestu liðini. Vit vita at kappingin í ár verður hørð og tøtt, tí har er eingin lættur dystur. Tó spælir man altíð fyri at vinna sum hondbóltsspælari og við at taka ein dyst á gangin, hørðum arbeiði og neyðugum hepni, fer tað kanska at bera til, sigur Teis Horn Rasmussen við Hondbóltsblaðið.
Brot úr grein í Hondbóltsblaðnum hjá Sosialinum, sum er komið í hvørt hús.