Tað byrjaði væl hjá Neistanum, tá KÍF var á vitjan í høllini á Hálsi sunnudagin, og munurin var komin upp á fimm og seks mál, tá fyrri hálvleikur enn ikki var meira enn hálvrunnin.
So hvørt sum klokkan gekk, fór dysturin meira og meira at líkjast einum av teimum lættvunnu, har trygg leiðsla verður útbygd spakuliga og alt er avgjørt í góðari tíð ? kanska longu miðskeiðis í seinna hálvleiki.
Burtur sæð frá, at Neistin hevði eitt sindur ilt við at økja um vunnu leiðsluna, varð hon hildin og væl tað. So tað sá altso út sum ein tryggur sigur hjá Neistanum.
Men so tók Óla Christian Djurhuus sær ordiliga um reiggj í málinum hjá KÍF, og skjótt byrjaði munurin at minka. So hvørt sum álopini hjá Neistanum oftari og oftari endaðu við ongum, vundu málini hjá kollfirðingum upp á seg.
Brádliga var munurin skorin niður á tvey mál, og kollfirðingar munnu ivaleyst iðra seg um, at teir ikki vóru eitt sindur skjótari á sjóarfallinum, tá møguleikin kom, tí so kundi meiri enn so hent seg, at teir fingu ið hvussu er stig burturúr.
Samanumtikið mundi tað tó vera á góðari leið, at tað var Neistin, ið sat eftir við stiginum, hóast sigurin krympaði til hesi tvey málini, ið vóru at enda.
Tættur toppur
Fyri Neistan merkir hesin sigurin í roynd og veru, at hóast tað ikki hevur gingið eftir ánni alt endaspælið, eru møguleikar framvegis til staðar fyri einum heiðursmerki ? og um ikki annað, ávirkan á endastøðuna, tí øll liðini frammanfyri eru á skránni hjá Neistanum hesi síðstu umførini.
Mikukvøldið skal Neistin spæla móti Tjaldri, ið ikki hevur givið so nógv klipp frá sær í mars mánaði. Vinnur Neistin tann dystin, er bara eitt stig millum fýra tey fremstu liðini ? og tá er Neistin aftur eitt av teimum.
? Vit hava sjálvandi ein møguleika at koma okkum longur fram, men eingin ivi skal vera um, at tað eru hini trý liðini, sum eru favorittarnir til tað, sum eftir er at kappast um, sigur Dia Midjord, venjari hjá Neistanum.
Í vetur hevur Neistin havt eitt mestsum spildurnýtt lið, ið fá høvdu væntað sær tað stóra av, áðrenn kappingin byrjaði. Men tá grundspælið endaði, var Neistin á odda saman við StÍF, og enntá eitt stig framman fyri VÍF.
? Júst tað, at eingin væntaði nakað av okkum, gjørdi sítt til, at vit bara kundu yvirraska. Tað gjørdu vit helst eisini, men nú hava hini liðini sæð okkum og tikið síni fyrivarni, og tað er nokk orsøkin til, at vit ikki hava ligið so frammarlaga í endaspælinum, heldur venjarin hjá Neistanum, sum júst nú sigur seg trívast best við at liggja beint aftan fyri oddafiskarnar.
Dysturin í tølum
Neistin-KÍF 34-32 (18-13)
Málskjúttar:
Neistin: Morgan Knezevic 10 (1), Ragnar Stakksund 10, Helgi K. Justinussen 6, Dann Thorleifsson 4, Áki Mørk 3, Birgir Kass 1
KÍF: Damir Oros 10 (1), Petur Martin Poulsen 6, Regin Petersen 5, Mirko Milenkovic 3, Rógvi Weyhe 3, Gert Hansen 2, Kristian Madsen 2, Finn Heri Johannesen 1
Brotskøst: Neistin 3, KÍF 1
Útvísingar: Neistin 2, KÍF 4Dómarar: Ragnar Simonsen og Hannis Wardum