Neistin og KÍF væl fyri

Hóast øll liðini ikki hava spælt líka nógvar dystir, síggja bæði Neistin og KÍF út til at vera væl fyri, og bæði vunnu á útivølli í gjár

Hoyvíkingar høvdu føroya­meist­ararnar í Neistanum á vitjan, men hóast H71 fekk bitið eitt sindur frá sær, rakk tað ikki til meira enn eitt heiðurligt úrslit ímóti teimum bláu.
Neistin legði bragdliga fyri og kom á odda 5-0, men so treisk­aðust teir á heimaliðnum, so leiðslan hjá Neistanum bara var eittans málið í hálv­leiks­steðg­inum.
Í seinna hálvleiki kom H71 tó ongantíð so nær, og Neistin kundi trygt koyra sær sigurin heim.

KÍF basti Kyndli
Hin dysturin í Atlantic Airways-kappingini hjá monnum var á Hálsi í Havn millum Kyndil og KÍF, og her gjørdi KÍF av við heimaliðið í seinna hálvleiki og vann við átta málum.
Her fylgdust liðini tað mesta av fyrra hálvleiki, og Kyndil hekk uppi í kollfirðingum inn í hálvan seinna hálvleik, men so rakk tað ikki longur.
KÍF setti ferð á tað síðsta korterið og vann at enda stórt, so alt bendir á, at kollfirðingar aftur í vetur eru eitt lið, roknast skal við.

Trý verða fremst
Enn er ov tíðliga at meta um, hvussu tey ymsu liðini fara at standa seg í vetur, men í øllum før­um sær út til, at Neistin og KÍF fara at vera við heilt har frammi.
So er spurningurin, um VÍF ikki eisini kann bjóða av, tí vest­menningar hava havt rímiliga stóra og góða tilgongd av spæl­arum, so kanska tað verður ein kapping millum trý lið.
Í løtuni sær ikki út til, at nakað av hinum liðunum kann gera seg galdandi, men fyri tað kann kappingin saktans fara at líkj­ast henni síðsta vetur, tá stórt sæð øll kundu taka stig frá øllum.