Fleiri keldur vátta fyri in.fo í kvøld, at Neistin hevur endað samstarvið við venjaran á mansliðnum, Mads Rydal.
Eftir trilvandi byrjan við nýggjum venjara og skaðum høvdu neistamenn annars vunnið fimm dystir á rað, og kunnu eisini av álvara hótta fremsta plássið í Okkaradeildini í dystinum ímóti H71 leygardagin.
Men tveir dagar fyri oddabrakið hevur Neistin endað samstarvið við danska venjaran, Mads Rydal, sum kom til felagið í summarsteðginum.
Hetta vátta fleiri keldur fyri in.fo í kvøld, og jn.fo hevur eisini hesi tíðindi at frætta. Sambært jn.fo tekur Tróndur Kragesteen við sum venjari. Tróndur Kragesteen gjørdist illa skaddur í kappingarársins fyrsta dysti ímóti H71, og spælir neyvan aftur hetta kappingarárið.
David Edvardsen hevur annars verið hjálparvenjari undir Mads Rydal.
Støðan í Okkaradeildini (hsf.fo)
Nummar | Lið | Dystir | V.m. | T.m. | Munur | Stig |
1 | H71 | 12 | 350 | 277 | 73 | 20 |
2 | Neistin | 12 | 327 | 291 | 36 | 16 |
3 | StÍF | 12 | 334 | 332 | 2 | 15 |
4 | VÍF | 12 | 334 | 319 | 15 | 14 |
5 | KÍF | 13 | 348 | 322 | 26 | 13 |
6 | Kyndil | 12 | 306 | 320 | -14 | 8 |
7 | Team Klaksvík | 13 | 271 | 409 | -138 | 0 |
Komandi dystir:
Leygardagin 21/12/2019:
Klokkan 16.00: H71 - Neistin
Klokkan 16.00: StÍF - VÍF