HONDBÓLTUR
Árið hjá Neistanum hevur verið heilt øðrvísi enn síðsta kappingarár. Tá vunnu teir bara ein dyst, men nú spæla teir við heilt frammi í oddinum, har teir í løtuni liggja á triðja plássi. Gongdin hjá Neistanum hevur eisini verið góð í ár, men síðstu dystirnar hevur kiksað eitt sindur. Av síðstu trimum dystunum hava teir bara fingið tvey stig, tí hevði ein sigur komið væl við hjá teimum ímóti hoyvíkingum.
Hjá hoyvíkingum hevur ikki gingið av tí besta. Teir liggja á aftasta plássi, men hetta er nú heldur ikki so óvæntað. Hoyvíkingar hava eitt ungt lið, sum skal spælast saman, og hetta kann taka nakað av tíð. Undan dystinum ímóti Neistanum hava teir tó tapt fimm dystir á rað, og nú byrja teir skjótt at hungra eftir fleiri stigum.
Neistin og H71 hava spælt ein dyst ímóti hvørjum øðrum fyrr í ár, og tann dystin megnaði Neistin at vinna. Úrslitið gjørist 33-28, og sigurin gjørdist eisini tryggur ímóti endanum. Men mit í seinna hálvleiki førdi H71 við fýra málum, og tað var ikki fyrrenn ímóti endanum, at Neistin veruliga dró frá H71.
Nú møtast tey so aftur, og eingin ivi er um, at Neistin má átæka sær rolluna, sum favorittur. Teir eru í oddinum, meðan H71 er í botninum, og ein sigur er uttan iva eitt krav hjá bláa havnarliðnum. Hinvegin hava hoyvíkingar eisini brúk fyri stigunum, tí nú er lang tíð liðin, síðani teir seinast fingu stig. Seinast megnaðu teir at leypa hvøkk á Neistan, og so er spurningurin, um ungu hoyvíkingarnir enn einaferð megna at hamla upp við Neistan.