H71 og Neistin hittust í Hoyvíkshøllini í dag. Dysturin var hin fyrsti millum liðini síðani finalurnar um Føroyameistaraheitið seinasta kappingarár.
Merkisvert var at Peter Krogh spældi sín fyrsta dyst fyri H71 hetta kappingarárið.
Dysturin byrjaði sum vera man javnt, men eftir einar 14 minuttir komu fyrstu ábendingarnar um, at Neistin vildi ikki hava eins stóran spenning og talan var um í finalunum í vár.
Tí um hetta mundið kom Neistin fyrstu ferð á odda við tveimum málum, og munurin øktist skjótt. Tað hjálpti heldur ikki hoyvíkingum at Sigmundur Nolsø fekk beinleiðis reytt kort móti endanum av hálvleikinum fyri vandamikla takkling
Í hálvleikinum kundu hoyvíkingar í roynd og veru ikki vera ónøgdir við, at støðan bert var 11-16 til Neistan.
Munurin fór eisini at økjast í seinna hálvleiki og tá ið farið var undir seinasta korterið var støðan 14-23 til Neistan og dysturin mundi vera avgjørdur.
Hetta ásannaðu bæði liðini eisini, so at óroyndir leikarar á báðum liðum sloppu á vøllin seinastu løtuna.
Endaliga úrslitið gjørdist 19-25 til Neistan eftir eitt avrik, ið bar brá av størri neyvleika, hvassleika og stríðshuga enn avrikið hjá heimaliðnum.
Málskjúttar hjá H71:
Peter Krogh 5, Vilhelm Poulsen 4, Bergur Ákason 2, Pætur Thomsen 2, Leivur Mortensen 2, Brandur Halgirsson 1, Hans Kári Hansen 1, Niklas Hanusarson 1, Ári Dam 1
Málskjúttar hjá Neistanum:
Rasmus Søby 5, Tróndur Kragesteen 5, Høgni Zachariassen 5, Karl Martin Olsen 4, Rune Olsen 2, Herbjørn Lava 2, Torkil Hentze 1, Pætur Mikkjalsson 1