Neistin - VÍF (Okkaradeildin): Myndir og málskjúttar

Neistin vann trivaligan sigur á VÍF eftir løgna byrjan

Neistin og VÍF vóru áðrenn dystin í gjárkvøldi púra jøvn á stigalvuni í Okkaradeildini.

Men við trivaligum 30-24 sigri er Neistin nú á næstfremsta plássi í Okkaradeildini. Sí stigatalvuna niðast.

Sí eisini:

Hjalmar: Alt skramblaði saman hjá VÍF uppá 10 minuttir (FM1)

Einki bendi á, at tað skuldi gerast ein so lættur sigur til Neistan, tí eftir lítlari løtu var støðan 5-1 til VÍF og Neistin tók time-out.

Hetta mundi hjálpa, tí eitt korter seinni var støðan 14-7 til Neistan, eftir at mistøk frá VÍF og eirindaleys skjótálop frá neistamonnum.

VÍF kom ongantíð veruliga aftur í dystin, munurin helt sær á einum seks málum og dysturin endaði eisini við úrslitinum 30-24 til Neistan.

Álvur Haraldsen, myndamaður hjá Miðlahúsinum, var í Høllini á Hálsi og gjørdi hesa myndarøð:

##ms##

Neistin – VÍF 30-24
Okkaradeildin: 03/12/2019
Málskjúttar Neistans
Dánjal Ragnarsson10
Karl Martin Olsen4
Rasmus Søby4
Finnur Hansson4
Julian Kragesteen3
Kristjan Dulavík2
Hanus Árason2
Johannes Bjørgvin1
Málskjúttar VÍFs
Filip Jojic10
Hallur Arason4
Jóhann í Garðastovu3
Jákup Andreas Joensen3
Sjúrður Olsen2
Magnus Müller1
Heini á Heygum1

Støðan í Okkaradeildini (hsf.fo)

NummarLiðDystirV.m.T.m.MunurStig
1H71102902296118
2Neistin112992673214
3StÍF10285276913
4VÍF113062961012
5KÍF1027026379
6Kyndil10257267-106
7Team Klaksvík10215324-1090