Neistin vóru ov stuttar

Eftir heimasigurin á Neistanum staðfestu VB-kvinnurnar, at tað aftur í ár eru tær, sum skulu roknast sum avbjóðarar hjá Stjørnuni

Hondbóltur

Neistin hevði annars eina vón um, at tað skuldi bera til hjá teimum at stríða seg heilt upp móti oddinum, tá tær vitjaðu í Vági.
Ikki minst mundi góða avrikið í útidystinum móti Stjørnuni hava birt undir vónirnrar, og tó at VB so sanniliga eisini hevur eitt sterkt lið, so hildu fleiri helst, at Neistin kundi gera ein vørrt í Vági.
Tað royndu tær so eisini, men VB-kvinnurnar vístu seg tó at vera akkurát eitt lítið petti ov drúgvar og royndar. Tað leikaði javnt á fyri tað mesta, men tá Neistin eina lítla løtu í fyrra hálvlieki fór eitt sindur niður í ferð, vórðu tær revsaðar alt fyri eitt. VB brúkti seinastu løtuna undan steðginum at skræða seg leysar, og tann munin hildu tær síðani fast um.
Eitt skifti í seinna hálvleiki var tó hyeilt nær við, at Neistin fekk heimaliðið aftur. Um hálvan hálvleikin var bert eitt mál á muni, men so sýndi Aivaras Daugas enn einaferð, at hann hevur eitt stórt taktiskt medvit. Time-out varð tikið, leikararnir fingu nýggjar instruksir, og so fekk aftur betri. Munurin varð aftur øktur í trý mál, og so helt heimaliðið fast seinastu tíggju minuttirnar, uttan at spenningurin av álvara gjørdist heilt stórur aftur.

Fakta um dystin
VB-Neistin 27-23 (13-9)
Málskjúttar
VB: Daiva Toumaite 10(2), Aukse Vysniaskaite 9(1), Rannvá Augustinussen 3, Christina Holm 2, Leila Jespersen 2, Margreth Augustinussen 1
Neistin: Simona Petersen 7(1), Marjun Tróndarson 6, Ása Dam á Neystabø 4, Annika Thomsen 3, Lív Sørensen 2, Mia Káradóttir 1
Brotskøst: VB 5, Neistin 3
Útvísingar: VB 4, Neistin 4
Dómarar: Karstin Joensen og Kristian Joensen.