Talan var um undirhald og intensitet fyri allar pengarnar, tá mansliðini hjá Neistanum og VÍF hittust í dag.
Frá fyrsta bríksli koyrdu bæði liðini á við ferðmiklum álopsspæli, har skjúttarnir veruliga komu til sín rætt, meðan tað hinvegin ikki var heilt so sannførandi í verjupartinum.
Liðini bæði skiftust fyri tað nógva um at hava leiðsluna, men um miðjan seinna hálvleik eydnaðist Neistanum at draga nakað frá.
VÍF royndi at svara aftur, og seinastu løtuna var um reppið, at veruligur spenningur kom aftur í dystin.
Tað eydnaðist tó Neistanum at halda fast, og kókaðu frustratiónirnar yvir í seinastu løtu, tá Birgir Poulsen fyrst fekk reytt kort fyri ov hart spæl, meðan Agnar Joensen fekk reytt fyri at hevna seg.
Besti málskjútti hjá Neistanum varð annars David Edvardsen við 9 málum. Agnar Joensen skeyt 8 av málunum hjá VÍF.
Neistin-VÍF 38-35 (18-18)