Við sigrinum á VB mikukvøldið hildu Neistakvinnur fast í vónini um at spæla seg í FM-finaluna móti Stjørnuni.
Leygardagin hevur Neistin møguleika at koma ájavnt VB á øðrum plássi, um tær bláu vinna sín heimadyst móti VÍF.
Og sannlíkt er, at tær verða verandi ájavnar VB, hóast VB hevur dyst sunnudagin. Hesin er nevnliga tann truplast møguligi – á útivølli móti Stjørnuni.
Seinasti dysturin hjá kvinnunum verður í Havn sunnudagin, har Kyndil eigur heimavøll móti StÍF.