Nelson Mandela álvarsliga sjúkur

Fyrrverandi forsetin í Suðurafrika, og víðagitni mannarættindastríðsmaðurin, Nelson Mandela, varð lagdur inn á sjúkrahús í nátt.

Hann er álvarsliga sjúkur, men støðugur kortini, siga alheims fjølmiðlar í morgun frá einum talsmanni frá Jacob Zuma, forseta í Suðurafrika.

Tann 94 ára gamli Mandela hevur verið sjúkur nakrar dagar, men ígjárkvøldið versnaði hann so mikið, at avrátt varð at leggja hann inn í nátt.

Pápi Suðurafrika, sum tann 94 ára gamli Mandela ofta er nevndur, hevur havt stórar trupulleikar av lungnabruna seinastu tíðina og tað er aftur lungnabruni, sum ger um seg nú, skrivar BBC í morgun.

- Hann eldist hvønn dag og tí verður støðan álvarsligari og álvarligari hvørja ferð, sigur talsmaðurin fyri Suðurafrikanska forsetan.

Mandela var forseti í Suðurafrika frá 1994-1999.

Hann sat í fangatippi í 27 ár og hildið verður, at hann oyðilegði sær lunguni hesa tíðina, eitt nú hevði hann tuberklar í áttatárunum.

Síðani 2004 árini hevur hann sjáldan víst seg alment.

Í 1993 fekk hann Nobel friðarheiðurslønina saman við fyrrverandi forsetanum. FW de Klerk fyri at hava gjørt enda á illa gitna Apartheid samfelagsskipanini í Suðurafrika.