Jonhard Hammer
? Orsøkin til at eg hesaferð eri farin av landinum at hyggja eftir fótbólti er heilt einfalt tann, at eg var við seinast, er var við í Pragh og mær dámar væl Skotland. Eisini haldi eg, at landsliðið hevur uppiborið eitt sindur av stuðli, nú teir hava staðið seg bæði væl og illa, sigur Nemur Djurhuss, sum er ein teirra, ið var við flogfarinum hjá Atlantsflog á ferðini til Skotlands mánadagin seinnapartin.
Nemurs var eisini við seinast, tá Føroya spældu í Skotlandi og taptu 5-1.
? Tá haldi eg, at tað var bara málmaðurin á muni, tí vit høvdu nøkur vøkur skot á mál - m. a. Jan Allan, sum hevði nøkur rættuliga góð skot, so eg trúgvi, at vit hava ein rímuligan møguleika at klára okkum móti Skotlandi, sigur Nemus.
Hann leggur afturat, at honum dámdi sera væl úrslitið leygardagin.
? Eg haldi tað er ótrúligt, at spælararnir megnaður at renna í 90 minuttir undir hasum umstøðunum. Teir eiga ein ótrúligan heiður fyri at hava klárað seg so væl, heldur Nemus, sum leggur afturat, at í heila tikið so vóru tað allir, sum kláraðu seg betur enn vanligt.
Nemus heldur, at orsøkin til, at spælararnir nú orka betur er innstillingurin hjá nýggju venjarunum. Hann heldur eisini, at hetta er orsøkin til, at munurin er so stórur millum topp og botn í 1. deild.
? Og ikki minst tað, at vit hava fingið nakrar spælarar út um landoddarnar at spæla.
? Sum fyrrverandi HB-formaður, heldur tú so, at stigið hjá HB við sáttmálasettum leikarum er tað einasta rætta?
? Eg haldi, at tað er rætt at fara út og legalisera, at pengar eru í fótbólti, tí tað fara tað eisini at vera framyvir. Hetta er eisini fyrsta stigið til at vísa, at vit meina at vit vilja spæla og vilja vera bestir. Vilja vit so vera bestir, so mugu vit keypa fólk aðrastaðni frá - sjálvt um vit nú eru 16.000 fólk í Havn.
? Fyrr fóru bygdamenninir í B36, men nú er hetta broytt. Nú hava áskoðararnir eina felagskenslu við liðnum hjá sær, meðan leikararnir fara at flyta í millum.
Nemus svarar bæði ja og nei uppá, at hetta fer at elva til, at færri lið verða.
? Samanhald gevur styrki. T. d. hava vit fimm lið í Eysturoynni. Hesum er ikki grundarlag fyri. Tí har búgva færri fólk enn í Havnini, og vit megna bara at hava tvey lið - og kortini við øðrum fólkum.
? Eg trúgvi, at vegurin frameftir er, at vit leggja lið saman og á tann hátt fáa eina betri kapping. 6-8 lið í fyrstu deild hevði gjørt, at hvør dystur var ein kampur um at vinna.
? Hvussu væntar tú, at úrslitið verður?
? Tað besta var, at vit vunnu, men ein javnleikur hevði komið væl við, heldur Nemus, sum tó viðgongur, at hóast stóra fráfallið hjá skotum, so eru teir eitt gott lið.
? Men Turkaland vann á Týsklandi, Kypros vann á Spania, so hví kunnu Føroyar ikki vinna á Skotlandi?