1. partur
Fremsta keldan til hesa frásøgn er verdóttir hansara Nena Danielsen, gift við Sigurd. Hon er ættað úr Syðrugøtu og hevur í síni tíð skrivað um sína ætt í Gøtu í FF-blaðnum. Seinasta heyst hevði Nena eina Miðvikufrásøgn um Hvítanes og fólkini, sum løgdu grundina til hesa bygd. Hesa ferð greiðir hon frá søguni hjá verforeldrunum, og lýsir henda søgan eina heilt aðra tíð enn okkara. Hetta er eisini ein partur av søguni hjá Hvítanesi
Eg haldi, at tað var einaferð í sjeytiárinum, at Niels Juel Arge hevði samrøðu við Dánjal Paula Danielsen, vanliga nevndur Dánjal av Hvítanesi. Hann var abbasonur niðursetumannin Dánjal Petersen av Miðgerði í Kollafirði, og frá honum stavar ættarnavnið Danielsen. Foreldrini vóru Hanna og Bærent Danielsen.
Dánjal var føddur 21. januar 1886, og hann doyði í Havn 18. november 1983, 97 ára gamal. Ein maður, ið hevði livað eina heila øld kann siga frá nógvum broytingum og framburði. Hann kann eisini siga frá strevi og stríði fyri at náa so langt fyri at skapa okkum tað góða land, sum vit hava at búgva í.
Grind á Hvítanesi
Dánjal segði altíð, at tað var gott at vaksa upp á Hvítanesi. Tað, sum sermerkti hesa samrøðuna í útvarpinum var, at alt var gott, har Dánjal hevði verið í arbeiði ella á skipsdekki, hóast tað mangan var baldrut, og løtur høvdu verið, har teir sóu deyðan í eyguni. Hann hevur tískil livað í samljóð við náttúruna og teir møguleikar, ið tíðin beyð.
Tað er ikki so nógv, Dánjal fortelur um uppvøksturin á Hvítanesi, men hann sigur frá tveimum grindum hann minnist. Tann fyrra var ein stór grind, ið doyði í Havn í 1896. Pápi hansara stóð og slerdi uppi á Hvítanesi á einum stykki, tey kallaðu uppi á Ryssuni, tá ið hann sær nólsoyingar glaða fyri, at grind er í fjørðinum. Grindin gekk skjótt oman gjøgnum fjørðin og var komin inn móti Bursatanga, tá ið hon kavaði og tók sjógv á bak úteftir, og tað sá út sum, at hon fór at sleppa. Eitt skip lá uttanfyri Havnina. Dánjal heldur, at tað var ferðamannaskipið Vestas. Tá ið grindin kom út móti skipinum, lótu teir akkerið fara, og grindin vendi inn aftur. Hon legði so beinini í øllum góðum.
Dánjal sigur eisini frá eini grind, tá ið hann var 13 ára gamal. Tað má so hava verið í 1899. Toftamenn løgdu at á Hvítanesi og róptu grindaboð. Hvítanesmenn høvdu keypt ein stóran bát, ið æt Fortuna. Teir fóru við í grind við honum, og Dánjal slapp við. Grindin gjørdi landgongd norðuri í Sundunum. Har átti Dánjal eina skyldkonu, ættað úr Kollafirði, sum hann kundi vitja. Táið teir høvdu fingið sín grindapart í bátin, var farið suður aftur.
Tá ið teir nærkast Hvítanesi, fóru menn at undrast á, hvat hetta hevði at týða, at sjógvurin var so reyður út frá gjónni. Tá var hent tað, at ein hvalur hevði skilt seg út frá flokkinum og var farin suðureftir. Hann var so endaður inni fyri lendingina inni á Mølini á Hvítanesi.
Allir menninir vóru í grind, men har var ein gamal maður eftir í bygdini. Hann kláraði at avlíva hvalin. So fór konufólkið av húsum og hjálptu honum at hála hvalin uppá turt. Tá ið so grindabáturin komu aftur, lógu tey og skóru grind upp á Hvítanesi. Hvalurin var 8-9 skinn. Hetta var ein rættuligur fongur. Bóndin í Hoyvík skuldi hava landpart, sum reglurnar vóru tá, og hann fekk sítt.
Marshall mundi
farið á land
Í árinum 1900 var so stórur brimgangur av landsynningi eystan, sum eingin hevði vitað um fyrr. Brimið kom heilt niðan millum húsini, og mongd av fiski lá og sløddist í túninum, tá ið avfjaraði.
Øll neystini fóru, men allir bátarnir uttan ein blivu bjargaðir. Tvey hoygg, desir, fóru eisini. Hetta má hava verið stórur missur fyri bygdina, tí hoyggið var jú vetrarføði hjá kríatúrunum. Í hesum sama briminum rak ein so ógvuliga stórur viðabulur á land á Hvítanesi. Hann sá út sum eitt skip í briminum og var heilar 40 alin langur. Hoyvíksbóndin átti strandrættin, og tískil átti hann tað, sum rak á land.
Jóannes í Funningsstovu var í hesum veðrinum komin á redina í Havn við skipinum Marshall, sum hann júst hevði keypt. Fólkið var farið í land. Ódnin kom so knappliga, at tað var ikki hugsingur um at fáa fólk umborð. Bert Nigga í Gong og møguliga ein annar maður vóru umborð.
Jóannes stúrdi fyri, at skipið fór at slíta frá akkerinum hvørja løtu og reka á land. Hann var sera ørkymlaður og gekk hart á Finsen, sum umsat tryggingina, at fáa skipið tryggjað, men hann kundi ikki tryggja eitt skip, sum hann ikki hevði sæð. Teir umborð fingu eitt akker niður afturat og hon lá.
Tað kann verða nevnt her, at Jóannes var ein rættiligur framburðsmaður. Hann var millum teir, sum stovnaðu skiparafelagið í 1896, og hann sat í nevndini í fleiri ár. Hann var eisini við í Oyggjafelagnum saman við Søren Müller, og áttu teir nógv skip. Jóannes hevði ført Streymoynna í átta ár, áðrenn hann keypti Marshall, sum hann eisini førdi í átta ár.
Sagt verður, at umborð hjá Jóannes lærdu teir ungu góðan sjómansskap. Hann var av bestu sjómonnum, og hann fiskaði eisini væl. Seinastu árini arbeiddi hann hjá mjólkaforsýningini.
Hvør var føroyingurin við franska skipinum?
Dánjal og Jógvan á Kletti vóru systkinabørn og javnaldrar. Í 1901 fóru teir saman at biðja um kjans til skips, og teir komu umborð á Lalla Rookh. Hetta var áðrenn Dánjal var konfirmeraður.
Lalla Rookh var upprunaliga keyptur av Jens Mohr í 1892. Hetta var eitt serligt skip, nevniliga eitt lystfar sum lordurin Kelvin hevði átt og brúkt til vísindarligar royndir. Einki jarn var í skipinum, bert koparnaglar. Træið í henni var so mikið gott, at sumt av tí enn er til í landsstýrisbygningunum í Tinganesi.
Georg av Eiði var skipari og Dánjal av Nesi var bestimaður. Ludda-Christian reiddi skipið út, og hjá honum keyptu teir sær tað, sum teir høvdu fyri neyðuni. Dánjal keypti sær hvítar buksur, undirklæði, leðurstúvlar og ymiskt annað.
So varð siglt eftir fólkinum. Hetta var jú neyðugt við tí sambandi millum bygdir, sum var tá. Á Toftum kom ein maður við. Tveir menn tóku teir í Klaksvík, tríggir komu við av Eiði saman við Hanus Poulsen frá Ljósá, sum seinni flutti til Vágs. Hann lærdi teir kumpassina, sum var tað fyrsta ein ungur fiskimaður skuldi læra. So sigldu teir til Vestmanna, har skipið skuldi á beding at vaska botnin á skipinum.
Síðan var farið í Vesturhavið, og teir fiskaðu sær døgurðamat, áðrenn teir hildu avstað til Íslands. Tað viðraði illa, so tað var smáligur fiskiskapur. Eina ferð fóru teir fóru inn á Norðfjørðin. Har lá ein franskmaður og teir handlaðu sínámillum. Franskmenninir vildu hava vøttir og keks, og føroyingarnir fingu okkurt afturfyri. Einaferð fór ein heilur bátur við monnum umborð til franskmenninar.
Meðan teir eru umborð, kemur ein maður og tekur í hondina á Dánjal á Nesi og sigur á føroyskum: “Nú er langt síðani, at tú var bestimaður á Delfinini.” “Ja,” sigur Dánjal, og hann hugdi undrandi uppá mannin, sum tosaði føroyskt. Tá segði hesin maður, at “tit skulu sleppa tykkum umborð aftur sum skjótast. Her verður galið í kvøld!”
Dánjal á Nesi so gjørdi. Hann orðnaði øllum monnunum í bátin, og tá stóð ein franskmaður við einum stórum jarnstykki, ið hann skuldi blaka í bátin. Men Dánjal á Nesi fekk um hondina á honum, so tað fór niður ímillum. Har bleiv eitt øguligt levint og gangur umborð hjá franskmonnunum hesa náttina. Menn runnu uppi í mastrunum og kluvu upp í rigningin.
Tað var spurt, hvat hetta var fyri ein maður, sum hevði ávarað teir, og Dánjal á Nesi helt tað vera ein víkamann. Hetta tó ivasamt. Men er nakar sum veit meira um hetta, vilja vit fegin frætta.
Dánjal á Nesi hevði verið bestimaður við Delfinini í 1880-unum, og hann var eisini fyrsti føroyingur, ið kláraði at koma uppá Rokkin.
Dánjal av Hvítanesi helt ikki, at hann hevði sjóverk. Honum dámdi bara væl sjólívið, tá ið hann hevði vant seg við henda ringa luktin, sum var umborð á sluppunum, og sum nógvir enn minnast.
Tann 18. august fóru teir heim og fiskaðu eisini undir Føroyum. Teir høvdu eini 300 skippund fyri túrin. Úrtøkan hjá Dánjali var 90 kr. Hann rindaði fyrst tað hann hevði keypt, áðrenn hann fór avstað. Síðan keypti hann sær konfirmatiónsklæðir. Nú skuldi hann jú konfirmerast. Tá vóru 10 kr. eftir, akkurát nokk til ein mjølsekk til húsarhaldið heima. Pápin var jú deyður, so her máttu øll spaða til.
Provianturin býttur
Í 1902 var Dánjal aftur við Lalla Rookh. Hann greiðir frá, at sunnudagar, aftaná at lestur var lisin, bleiv provianturin býttur millum manningina til eina viku fram. Hvør maður fekk 12 pund av keks, 1 pund av margarin og fimm fjeringspund av sukri.
Tveir dagar um vikuna fingu teir amerikanskt saltkjøt og ertur til døgurða. Ofta var tað so mikið, at teir kundu goyma sær eitt sindur til viðskera. Dánjal á Malarenda úr Nólsoy var skipari. Hann las altíð lestur sunnudagar og sungið varð aftaná. Hann hevði so nógvar nólsoyingar við, og teir sungu so avbera væl.
Í 1903 fór Dánjal við Hurrycane, ið Poul Johannes Joensen, vanliga nevndir gamli skipari, frá Gjógv førdi og átti saman við Karl á Lag.
Poul Johannes førdi Hurrycane árini 1901-1906. Hann mundi vera millum teir fyrstu føroyingar, ið royndu á Kolmúlagrunninum. Ein franskmaður, Poul Johannes kendi, hevði merkt honum grunnin av á kortinum og hevði biðið hann um at royna har. Tað var um miðjan september 1901, at teir kastaðu á Kolmúlagrunninum, og fyrsta dagin høvdu teir 1.800 fiskar á dekkinum.
Gamli skipari var annars eisini við Acorn tann vanlukkuliga túrin í 1928, tá ið eldur kom í í lugarinum orsakað av karbiddunkum, sum sjógvur kom at. Sjey mans brendu tá í hel. Henda hending er fyrr umrødd í Miðvikuni.
Teir fiskaðu 60 skippund undir Føroyum. Síðan fóru teir til Íslands, har teir royndu á leiðunum, sum franskmenninir høvdu víst teimum á. Teir fingu einar 300 kr. fyri árið.
Brúdleyp á Hvítanesi
Í 1904 var eitt ordiligt knall á Hvítanesi. Tað vóru tvey brúdleyp í bygdini samstundis. Annað parið hevur helst verið Christian Djurhuus av Selatrað, sum giftist við Jovinu Nybo, abbadóttir Skora Poul, sum fyrr er umrøddur í røðini Hendur ið Sleptu.
Hini vóru Martin Joensen, sum giftist við Ingeborg, ættað úr Suðuroy. Tað komu nógvir gestir. Teir, sum komu úr Suðuroy, vóru fleiri dagar um ferðina. Dánjal mintist, at tey, sum komu dagin fyri, fingu seyðarhøvd til døgurða.
Millum gestirnar var Hest Jóannes og konan. Jóannes kom til Dánjal og spurdi um hann ikki vildi koma við sær til skips. Hann segði, at prísirnir vóru betri har suðuri. Teir góvu 3 oyru meira fyri banktosk, 2 oyra meira fyri annan føroyskan tosk og 1 oyra meira fyri íslandstosk.
Jóannes í Hesti, Johannes Pauli Johannesen, var føddur í Hesti í 1867. 16 ára gamal fór hann til Nólsoyar at læra bátasmíð hjá Johan í Garði. Tvey ár seinni fór hann at fiska saman við hetlendingum. Hann var við ymiskum skipum, fór uppá skúla og í 1903 fær hann Carl at føra. Hann var ein av slóðbrótarnum fyri føroyskum sluppfiskiskapi undir Íslandi. Tað verður sagt í Føroya Siglingarsøgu, at tað eigur ikki at vera gloymt, at tað vóru Palla á Mýruni og Jóannes í Hesti fyri at takka, at føroyingar aftur fóru at fiska á Suðurlandinum, har teir ikki høvdu roynt síðan í 1880-unum. Hetta teirra slóðbrótarastarv kom at fáa stóran týdning, tí Suðurlandið gav í mong ár nógvar ferðir meira av sær enn várfiskiskapurin undir Føroyum. Jóannes førdi Carl til 1914.
Dánjal helt tað vera áhugavert at fara til Suðuroyar, har hann ikki hevði verið fyrr, og hann fekk fría reisu suður. Soleiðis kom hann umborð á Carl við Hest Jóannes sum skipara, og teir fóru á Suðurlandið, hóast tað ikki var loyvt at fiska har, tí tað var mett at vera so vandamikið. Franskmenn vóru illa royndir á hesum leiðum, og nógv skip gingu burtur. Franskmenn høvdu enntá egnan kirkjugarð í Íslandi.
Tað komu so ofta franskmenn til Føroya av skipum, ið vóru farin. Teir gistu á Hotel Djurhuus, vertshúsinum, til teir sluppu víðari.
Carl bleiv eisini nógv tarnað av ringum veðri. Teir fingu 112 skippund á Suðurlandinum. Síðani fiskaðu teir 100 skp. á bankanum og 70 skp. á Nólsoyar Banka.
Sluppu í drangin fyri keksatunnu
Í 1905 fóru teir aftur á Suðurlandið. Tað viðraði illa, men teir fóru so upp á Norðurvesturlandið. Har var ein drangur við nógvum fugli. Teir koyrdu eina keksatunnu í bátin og spurdu bóndan, um hann vildi loyva teimum at fara í drangin afturfyri. Tað var gaman í. Bóndin setti á keksatunnuna beinanvegin, og skiparin helt, at Dánjal skuldu klúgva upp á drangin. Hann var lágur av vøkstri, lættur og kimiligur. Ein mastur bleiv sett upp at dranginum. Dánjal hevði eina klæna lissu á sær, og hann kom so høgt upp sum masturin røkk. “Tú má fara longur upp,” rópti skiparin. Hann royndi so at fáa sær fótafesti og toga seg upp eftir, til hann kom á eina hyll, har fleiri kundu sita. So dróg hann ta sveraru línuna upp, so fleiri menn kundu koma upp á hyllina, har tað var gott pláss. Teir fingu eina rúgvu av eggum og nógvan lomviga. Maðurin sum fór niður á rókina kallaðist Gutti í Skálanum, ein sandingur. Seinni fekk Gutti arbeiði hjá einum reiðara í Aberdeen. Hann hevði føroyska konu, og tey búsettust har.
Maðurin umborð
Dagin eftir fingu teir fugl til døgurða og bollasuppa. Tað smakkaði! Teir fingu eisini tveir kópar. Skiparin saltaði sær spikið av teimum niður í eina tunnu.
Dánjal minnist eina náttina, at Jákup í Katrinastovu purraði seg út. Hann hevði kókað ræstan fisk og tikið eitt petti av spiki úr tunnuni hjá skiparanum. Teir skuldu á vakt. Tá sær hann, at í eini koyggju, har sjóklæði lógu, liggur ein maður og svevur. Hann heldur tað vera onkran av manningini, ið hevði lagt seg har.
Teir settust so at fáa sær og góvu sær góðar stundir. Spikið smakkaði teimum avbera væl. Tá ið teir høvdu ruddað av aftur, fór Dánjal at vakja hendan mannin. Hann ætlaði at bjóða honum avlopið. Tá var eingin maður har. Fleiri søgdu seg hava sæð hendan duldarfulla mannin, ið segðist einaferð av onkrari orsøk at vera deyður umborð.
Hest Jóannes var ikki blíður morgunin eftir, tá ið hann sá, at onkur hevði verið í spiktunnuni.
Hetta summarið landaðu teir til farmaskipið Føroyingur. Teir fiskaðu við Mánaoyggjarnar og við Grimsoynna. Kokkurin var farin heim, og teir fingu nýggjan kokk, ið var ógvuliga dugnaligur. Hann mjølvaði fiskin, steikti og brasaði leyk til. Hetta vóru teir ikki vanir við. Leyklukturin fór um alt skipið og kendust væl heilt yvir á Føroyingin.
Í oktober sigldu teir heim og fingu eina ringa heimreisu. Teir máttu brúka fleiri lýsiføt at slætta sjógvin. Tað bleiv av ringasta veðri av útnyrðingi. Hetta var ein óhugnalig sigling. Teir repaðu seglini, meðan teir sigldu undan. Teir fingu ein so stóran sjógv, at sluppin lá heilt sløtt í sjónum. Seglið skrædnaði, og tá reisti hon seg aftur. Út fyri Skarðsgjógv á Fugloynni løgdu teir bakk. Tá ið veðrið umsíðir batnaði eitt sindur, sigldu teir suður á Tvøroyri. Teir høvdu fiskað 570 skippund, og tað gav 570 kr. fyri árið.
Mundu gingið burtur við Oliviu
Í 1906 hevði Poul á Hvítanesi fingið Livingstone hjá Wilhelm Mohr at føra. Dánjal og hann vóru systkinabørn. Poul flutti seinni út í Hest. Dánjal fór við honum, men hetta var ikki nakað gott fiskiár. Ein dagin fingu teir ein veldiga stóran kalva. Teir fóru inn til bóndan, teir plagdu at koma til, við kalvanum. Teir fingu eitt lamb, og ein dilk, eitt sera gott lamb, og bóndin fekk eisini eitt sindur av keks og salt. Eitt slíkt lamb var ein rættulig høgtíðsmáltíð at fáa.
Um heystið fór Dánjal við Oliviu hjá Napoleon í Dali niður at selja fiskin. Hon hevði tríggjar dammar, ið teir høvdu fiskað uppí. Í damminum var fiskurin livandi, og tá kundu hann fáa nógv betri prís.
Tá vísti tað seg, at ein planki var farin í tí eina damminum, so einans ein sera stórur toskur var eftir har. Fiskurin í hinum báðum dammunum varð seldur, og skipið fór í turrdokk, áðrenn teir komu heim. Á veg upp aftur til Føroyar var ódnarveður, og tá ið teir fingu ein serliga ringan sjógv, gekk tann ovasti plankin frá og skipið fór at leka.
Dánjal vaknaði við, at sjógvur kom í koyggjuna. Hann leyp nakin upp á dekkið í berum undirbuksum. Har sá ikki gott út. Hann legði seg á knæ og rópti til Gud um bjarging. Hesa løtuna hoyrdi eg hann fleiri ferðir tosa um.
Ein ungur drongur, sum var á hansara fyrsta túri til skip, spurdi Dánjal: “Heldur tú, at vit verða bjargaðir?” “Ja, sjálvandi, oys tú bara alt, ið tú kann,” var svarið. Dánjal segði, at sjálvur trúði hann tí neyvan. Tað vísti seg, sum at tað kom líka nógvur sjógvur inn í skipið, sum teir fingu úr, hóast teir bæði pumpaðu og oystu, alt tað teir vóru mentir. Alt, sum kom fyri, meðan teir soleiðis stríddust, bleiv tveitt upp á dekkið, og líka skjótt skolaði tað fyri borð.
Í lastini høvdu teir millum annað verk til skipasmiðjuna á Skála. Skiparin Jóhannes á Bø fann fram til hendan verkin og fór at stappa í lekan. Hetta gjørdi mun, so teir umsíður fingu skipið turt. Tá ið avhasaði, hevði Dánjal eisini mist undirbuksurnar.
Einasta plagg, hann tá hevði, var eitt turriklæði, hann hevði um hálsin. Hann hevði fingið tað frá eini gentu í Norðradali, sum æt Angelika, áðrenn hann fór avstað. Helst hevur hetta verið Sanna, sum hon eisini nevndist, og sum giftist við hollendska sjómanninum Louis Apol. Turriklæðið var úr føroyskum tógvi, og tað vermdi so væl. Soleiðis stóð Dánjal og stýrdi alla náttina, líka til teir komu til Flamber Head millum Hull og Scarberoug, meðan heglingsælini gingu á alla tíðina. Skipið var illa farið, skylettið var brotið, báturin var brotnaður, skottið millum kahúttina og gongina var brotið. Botnarnir í koyggjunum vóru farnir, teir vóru útflotnaðir. Teir høvdu mist øll klæðini, eisini koyggjuklæðini. Teir komu inn leygarkvøld men kundu ikki fáa loðs. So royndu teir sjálvir at sigla inn, men blivu nakað eystarlaga á. Tískil komu teir at standa fastir í móruni.
Sunnudagin sendi umboðsmaðurin Mr. Paul sleipara eftir teimum, og teir sluppu at bryggju.
Teir fingu klæði sendandi umborð. Dánjal fekk tvær skjúrtur, buksur, undirklæði, troyggju, hosur, skógvar og ein kepp. Hann fekk eisini eitt teppi og 3 shillingar, ætlaðir til tubakkspengar. Nú fór skipið í dokk, og tað tók sína tíð, tí tað var so illa farið. Klæðini betaltu menninir ikki fyri. Úrtøkan bleiv við hesum túri um kr. 500 fyri árið.
Kongaárið 1907
1907 var “kongaárið,” tá ið kongur var á vitjan. Tá var rokan í Havnini, og ofta hevur verið tikið til, at hetta ella hitt hendi kongaárið. Á Hvítanesi lá nesið so snjóhvítt av skelsandi. Fleiri stórar jaktir sigldu millum Hvítanes og Havnina við skelsandi. Allar gøturnar í Havn vóru stroyddar við skelsandi heilt út á Skálabonk. Dánjal mintist hvussu vakurt tað var, og smáar lyktir í ymiskum litum hingu allar staðir í býnum. Tað var ein virðilig móttøka kongur fekk.
Annars var ein skemtilig hending í samband við vitjanina. Sum vant við slík høvi vóru nógv fólk, sum vildu síggja kong. Serliga trunkaðust fólk við amtmansborgina, har kongur jú kom framvið. Beint við var ein stórur køstur við loki. Fyri betur at síggja kong fór fólk uppá lokið. Tey hava verið fleiri enn gott var, tí knappliga brotnaði lokið, og fólkini fóru beint í køstin! Tey hava tó neyvan hildið tað verið stuttligt.
Við Marshall
Hetta árið fór Dánjal við Marshall, sum Jóannes í Funningsstovu átti. Palli á Lava var skipari. Jóannes var tá um 60 ára aldur, og hann sigldi bara við um summarið. Kokkurin var av Eiði, Kristian á Mýruni, men hann fór av, tí hann skuldi taka sæti á løgtingi. Nú vóru allir á einum máli um, at Dánjal skuldi vera kokkur. Hann sigur at Marshall var eitt deiligt skip, sterkt, men tað sigldi illa.
Hann sigur, at øll tey fyrstu árini hann var til skips vóru hvørki borð ella beinkir í lugarinum. Manningin hevði sítt viðføri við í kistum, teir høvdu við sær, og so sótu teir á kistunum. Men tá ið Marshall kom, vóru borð og beinkir gjørdir, og hetta var eisini gjørt umborð á Oliviu hjá Pola í Dali. Tá málaðu teir eisini lugarið, og eisini varð málað inni i koygjunum. Tá gjørdist ljóst og nossligt, og teir hongdu sær myndir upp í koyggjunum. Teir høvdu eisini máttur á dúrkinum, og hildið tað so reint og pent.
Dánjal giftist
Í 1911 giftist Dánjal við Inger Julionnu Mariu Joensen, ið var fødd á Sundi. Hon var vanliga kallað Inga.
Petur, elsti beiggi Dánjal, gav teimum ein neytafjórðing, eina kúgv og fóður til í brúðargávu. Petur var elstur av teimum fimm systkjunum. Tá ið pápin doyði var hann 23 ára gamal. Tá var Dánjal 12 ár. Saman við mammuni tók Petur húsið uppá seg og var yngru systkjunum í faðir stað. Petur giftist við Gretu úr Fuglafirði, og tey fingu tvær døtur. Men Peturi var ikki langt lív lagað. Bert 37 ára gamal gekk hann burtur við Oliviu í 1912. Hetta var fyrsta skipsvanlukkan í 20 øld, har øll manningin fórst.
Olivia var uppkallað eftir konu Pola, sum var donsk. Hon fór av landinum við øllum børnunum aftaná hesa vanlukku. Tey flestu endaðu so langt burtur sum í New Zealandi.
Tá ið Petur fór avstað hendan seinasta túrin, høvdu Inga og Dánjal fingið ein son, Hilmar. Petur var gubbi hansara, og hann kom inn á gólvið at siga farvæl. Hann tók sína urketu og hongdi hana um hálsin á dronginum. Sum tíðin leið bleiv urketan nakað slitin. Tá fekk Inger, dóttir Hilmar, hana gjørda um til eitt armband, og hetta eigur hon framvegis. Inger hevur annars latið fleiri av myndunum í hesi grein. Tað sama hevur Poula, dóttir Dánjal.
Bygdi sær hús
Seinni flutti foreldrini hjá Ingu, Sigrid f. Bærentsen og Johannes Joensen, húsini av Sundi og bygdu tey upp aftur í Rættará í Havn. Johannes var framúr grótmaður.
Dánjal sigur, at verfaðurin kom niðan á Hvítanes at legði sær lag á, hvussu hann skuldi spreingja klettin, tá ið hann sjálvur bygdi sær hús. Berint, beiggi Dánjal, hjálpti honum og bar grótið til Johannes, sum lagaði grundina. Berint hevði ógvuliga góðar kreftir, og Johannes segði, at Berint var betri enn nakar krani. Hann spekkaði so grundina beinanvegin og legði so sillarnar á. Ein maður úr Kollafirði smíðaði so húsini. Hann roknaði út tilfarið, ið brúkast skuldi. Dánjal keypti alt frá Finsen, og tað kom niðan á Hvítanes við báti, og varð lagt inn í neystið. Dánjal fór so til Havnar at gjalda. Finsen sigur við hann: “Hvat við tryggingini, skulu vit ikki orðna tað beinanvegin?” Tað bleiv gjørt. Finsen man hava umboðað eina trygging. Tískil hevði Dánjal tryggjað alt, aðrenn húsini eru komin upp
Við Grana
Aftaná fimm ár við Marshall fór Dánjal í 1912 umborð á Grana sum kokkur. Her var Jens Mortensen skipari, og Mortan á Argjum var bestamaður.
Grani var ein línubátur, sum Mortensenmenninir høvdu keypt úr Grimsby í 1902.
Í 1908 hevði Jóan Pauli Hansen, hjá Cornelius av Eiði, verið skipari. Hann hevði verið við enskum línubátum. Hetta hevur riggað væl, tí í mars mánaða hevði hann fingið 700 kalvar og 500 stórar toskar á Bill Bailey bankanum í átta dagar. Jóan Pauli skuldi føra Grana árið eftir, men hann gjørdist sjúkur og doyði bert 27 ára gamal. Hann var trúlovaður við gentu úr Hvalba.
Grani var eisini brúktur sum trolari, og hesa tíðina, Jens førdi Grana, var tað sum trolari.
Beiggin Berint var eisini við eins og Mikkjal á Hvítanesi, ættaður úr Hósvík.
Hann dugdi so væl at bøta gørn, hann hevði roynt nógv við gørnum í Sundalagnum. Tí hevur hann eisini verið góður trolmaður.