Omma mín í Gøtu, Anna Katrina, var eitt av hesum fimm systkjunum á Dunganum. Húsini hjá ommu og abba, Petur Pauli Mikkelsen, í Barbustovu, vóru í býlinginum Millum Áirnar í Syðrugøtu. Omma hevði ringa heilsu. Hon hevði arvað ovurviðkvæmi frá pápanum, Poul á Dunganum. Abbi var sterkur og hevði góða heilsu, og hann hevði stóra umsorgan fyri ommu, so tað skuldi vera eitt sera hugnaligt heim, soleiðis sum foreldur míni og onnur hava umtalað tað.
Omma hevði eina vakra og stillisliga medferð og eitt blítt lyndi. Hon dugdi væl at siga frá. Hon fortaldi søgur og sagnir, og eg minnist, hvussu spent eg sat og lurtaði, tá ið hon fortaldi um Jákup Dintil og seyðatjóvarnar. Hon fortaldi eisini søgur úr Bíbliuni, og tá ið hon signaði meg, lærdi hon meg at siga: “Illimaður kann mær einki gera, tí Guds kross hann altíð ræðast má, heiðursmerki eg á bringu beri, tað kann verja bæði stór og smá.”
Umleið 1930 góvu tey húsið upp og fluttu út til okkum at búgva. Yngsta dóttirin, Sanna, sum hevði verið nógv heima, giftist tá við Peturi á Hædd í Klaksvík og búsettist har.
Í 1935/36 gingu ringir meslingar, sum stavaðu frá kendu »meslingagrindini« í desember 1935 í Gøtu. Abbi varð smittaður og doyði. Um tað mundið var mamma á sjúkrahúsi í Klaksvík og fastur okkara, Bergitta, tók ommu heim til sín. Hon doyði í 1945 í heiminum hjá Bergittu, gift við Sámal Jákupi Thomsen, við Gil, í Norðragøtu. Elspa Johanna fastir giftist við Hans í Norðnastovu í Mikladali. Pápi og Mikal (Dalbø) búsettust í Syðrugøtu, Berlin á Skála og Emil í Klaksvík.
Absalon gjørdist stórmaður á Skála
Tann mest litríki av beiggjunum á Dunga var vist Absalon. Kona hansara, Inga, var dóttir Dánjal Petur, bónda av Toftum. Hon var ógvuliga dugnalig og var honum ein góður stuðul í hansara virksemi.
Absalon byrjaði at handla í Syðrugøtu. Hetta dugdi hann væl. Jacobina Heinesen f. 1911 úr Norðragøtu mintist væl handilin. Hon fór ofta hagar at keypa, hóast handil var í Norðragøtu. Absalon hevði størri úrval av øllum møguligum vørum. Hann seldi eisini leikutoy, millum annað mintist Jacobina eina dukku, sum kundi blunda, tá ið hon lá niðri. Hetta var sanniliga forkunnugt tá í tíðini.
Absalon keypti eisini fisk og bygdi íshús, har menn frá grannabygdunum komu at keypa agn. Hann var undangongumaður í Føroyum at salta sild í tunnur til útflutnings, sum tað fyrr hevur verið greitt frá í Miðvikuni.
Petur Jakku, beiggin, var uttanbudamaður hjá Absalon. Tað er tiltikið, tá ið Petur Jakku av misgávum var innistongdur í íshúsinum, og hann fekk sprongt hurðina, so hann slapp út. Hetta var roknað sum eitt rættiligt bragd.
Absalon sá betri møguleikar á Skálafjørðinum, hóast tað gekk væl hjá honum í Syðrugøtu.
Tískil flutti Absalon yvir á Skála at reka handil og reiðaravirksemi. Hann keypti seg inn í Skipasmiðjuna á Skála og var stjóri har til 1940.
Hann fór undir reiðaravirksemi og bygdi húsið, sum enn kallast Stórhús, har hann eisini hevði handil. Tað gekk væl hjá honum, og skjótt átti hann fleiri skip.
Tað størsta av teimum var “Tvey Systkin”, sum hevði tríggjar mastrar. Har var pápi við, so langt eg kann minnast. Skipari var Jóan Magnus har Niðri í Syðrugøtu, og teir fiskaðu eisini væl.
Onnur skip hjá honum vóru “Only Sister”, “Irex”, “Vilhelmina” og “Columbus”.
Ein sum var við “Irex” var Andreas í Tarti í Oyndarfirði, sum gjørdist 101 ára gamal. Hann greiddi frá í FF-blaðnum í 2006, at Absalon var ein stak góður reiðari. Høvdu allir verið sum hann, hevði ofta staðið betri til.
Andreas var eisini seinni við “Tvey Systkin”. Tá stóð á fíggjarliga hjá Absalon. Andreas fekk sendandi avrokning við kekki uppá kr. 150. Men, tá ið hann kom til Havnar og skuldi loysa kekkin út, var eingin dekningur. Men Absalon vildi ikki, at hansara manning ikki skuldi fáa sítt, so hann fekk gjørt útveg fyri, at Andreas fekk sín pening av ágóða, sum skipasmiðjan átti. Hetta helt Andreas vera tekin um ein reiðara við samvitsku, og hetta gloymdi hann ikki Absalon.
Sama skoðsmál fekk Absalon frá monnum, sum høvdu verið nevndarlimir í Arbeiðsmannafelagnum á Skála. Teir søgdu hann hava verið ein góðan arbeiðsgevara.
Absalon var eisini virkin á øðrum økjum. Hann setti sær fyri saman við øðrum at fáa eina kirkju á Skála. Hetta hjartamál sá hann ikki fullført, tá ið hann doyði í 1940.
Absalon og Inga fingu tvey børn. Dánjal Pauli var uppkallaður eftir báðum abbunum. Hann var giftur við Miu úr Saksun. Inga Malena var uppkallað eftir báðum ommunum. Hon var gift við Einar Djurhuus úr Sumba. Hann var kendur sum lækni í Heiðunum í eitt mannaminni. Roknað var við, at Dánjal Pauli skuldi føra virkið víðari. Men hann doyði í 1936 bara 31 ára gamal.
Hetta var eitt stórt bakkast fyri Absalon, sum tá var blivin heilsuveikur, og hann doyði nøkur fá ár seinni.
.........
Komandi partur
Í komandi parti greiðir Hensia frá lívinum undir krígnum og um hvussu tað var at vera bóndakona eins og greitt verður frá torvskurði hjá syðrugøtufólki.