Nenad til Víking

Fyrrakvøldið stóð greitt, at Nenad Stankovic ikki heldur fram hjá B68, og longu í gjár varð navn sett á nýggja felag hansara. Víkingur kundi nevnliga staðfesta, at tað verður har, at spælarin fer at spæla fótbólt í 2010, og við hesum hevur felagsliðið í Eystur kommunu tryggjað sær ein av bestu miðvallarunum í landinum. Nenad Stankovic hevur í Føroyum spælt við Skála, NSÍ og B68. Við NSÍ var hann í 2007 við til at vinna FM-heitið, eins og hann sama ár varð kosin at vera ársins spælari í føroyskum fótbólti.