Nephew fingu platin og turran fisk

Kvarti gøtumaðurin Simon Kvamm og hinir í danska bólkinum Nephew høvdu ikki bert minnini við sær úr Føroyum, Tá Nephew trinu á pallin á Skanderborg Festivalinum, vóru allir ílatnir G!Skjúrtur, ein kærleiksváttan til festivalin í Gøtu, har bólkurin fyrr í summar fekk sandin at lyfta seg eina løtu.
Aftan á framførsluna fekk bólkurin dupultplatinfløgu handaða fyri søluna av USA/DSB. Fyri at hátíðarhalda løtuna fingu gestir og bólkur sjampanju og turran fisk úr Føroyum.
Skanderborg Festivalurin gongur undir heitinum Danmarks Smukkeste Festival, og er ein at størstu donsku tónleikafestivalinum, fjølmiðlarnir fylgja væl við, og eingin ivi er um, at reklamuvirðið er høgt, tá best umtókti bólkurin í Danmark í løtuni soleiðis stuðlar G! festivalinum alment.