Uttan kanska at vita tað, so hava tey flestu hoyrt tættir hansara, hvørt tað so hevur verið til nýggjársveitslu í Vági ella í V4 skemti í ÚF. Og mong hava eisini sungið sangir hansara ? uttan kanska at vita tað- tí tað er næstan gerandiskostur, at sangir verða bílagdir frá NePtuN til ferming ella brúdleyp og aðrar veitslur, so yrkingin er partur av gerandisdegnum.
Og so er tað alt hitt. Tað hann yrkir, tí kenslur í barmi boða frá, at nú rennur yvir og skaldið má sleppa framat í rokmikla gerandislívinum.
Maðurin, ið vit tosa um, er Niels Petur Nolsoe, NePtuN. Skald, skemtari, lærari og so er tað jørðin og djórini ? seyðurin, hønurnar og annað.
Í eini 35 ár hevur NePtuN yrkt og skemtast til nýggjárshald og aðrar veitslur, so har liggur nógv eftir á tættaøkinum. Og sangirnir, ið er skrivaðir eftir bílegging, fylla eisini. Men eisini vøkru sangirnir um náttúru og land og sálmarnir og týðingar fylla í savnum á loftinum vesturi í Bø í Vági.
Tættirnir eru ofta lokalir og verður nýtsla og útbreiðsla hareftir. Men nógvir av tættunum frá V4 skemti og sangirnir um bygdir og land og náttúru eru klæddir í hóskandi løg og eru javnan at hoyra í útvarpslurtinum.
Savn út
Men saknur hevur verið í at eiga mangar av perlunum á prenti. Tað hava í øllum førum mong hildið og til eina samkomu fyri eini 4 árum síðani hendi einki minni enn tað, at Niels Petur fekk handaðan gávukekk á 10.000 krónur frá felagnum Ráðakletti, ið skuldi stuðla honum í at geva út eitt savn við yrkingum. Uppgávan var bundin, tí peningurin var oyramerktur.
Og Niels Petur lovaði, at út skuldi okkurt koma og hevur hann síðani hesa hending stillisliga arbeitt við ætlanini, og nú er nærum komið á mál og prentað verður í næstum.
- Nóg mikið er at taka av og bert lítil partur kemur út nú við hesum savninum. Nógv av tilfarinum er lokalt, men so eru tað sangirnir, sálmarnir og eisini tættir. Síðutalið verður á leið 130, so talið á yrkingum er nokk á leið 100, metir NePtuN.
Fullu ringbindini á loftinum boða frá, at rúgvan er stór, tí bert eitt eintak av hvørjum sangi er í, so talan er um stóra skaldarúgvu.
- Tað er í stóran mun talan um náttúruyrkingar og alskurin til landið. Eg eri jú nógv úti í náttúruni og fái sjálvsagt íblástur har, sigur Niels Petur.
Hóast tilfar er til fleiri útgávur, so torir NePtuN ikki at lova ov mikið. Savnið við sangum, sálmum og tættum eftir NePtuN verður prentað innan tveir mánaðar og so er bíðitíðin av og áhugaðir lesarar, sum hava bíðað í mong ár, kunnu tá ogna sær lesnaðin, ið er til skemtiligar løtur og til hugtakandi náttúrulýsingar og djúphugsni. Lesnaður til gaman og álvara.