Nervarnir kliktu

Uppflytararnir úr Sóljuni høvdu risastóran møguleika at taka stig frá Kyndli, men nervarnir sviku í avgerandi sekundunum

Hondbóltur

Kyndil-Sóljan 25-24 (14-10)

 

Tað var annars ikki nógv, sum bendi á, at talan skuldi gerast um ein spennandi dyst uppi á Hálsi fríggjakvøldið.

Eftir at liðini høvdu fylgst eina løtu, dróg Kyndil frá, og seinasti parturin av dystinum sá út til at gerast ein avgreiðsluspurningur, tá Kyndil hevði vunnið seg upp á 24-15

Sóljan megnaði tá at fáa átta mál á rað, áðrenn Kyndil svaraði aftur við einum máli til 25-23. Sóljan fekk vunnið seg upp á 24, og í seinastu sekundunum høvdu tær møguleika at skjóta seg upp á javnt, tá Kyndil í berum nervum blakað bóltin burtur. Hertha Simonsen slapp at halda beina leið móti málinum, men hon gjørdi yvirtraðk, umframt at málverjin bjargaði, og so slapp Kyndil hóast alt við hvøkkinum.

Hjá heimaliðinum skeyt Lotte Sørensen 9 mál, meðan Simona Dzikgyte fekk 12 av málunum hjá gestunum