Viðmerkingar
Elisabeth S. Rasmussen ? Dráttur
Vit hava seinasta mánaðin spælt tríggjar dystir ímóti Mjølni, og vit vistu tí hvussu lítil munurin er millum okkum og tær. Tí var stórt trýst á báðum pørtum. Vit hava vant servumóttøku seinastu tíðina, tí tað hevur verið trupulleikin hjá okkum.
Tíverri fór móttøkan hjá okkum eftir 2. sett, og vit mistu óneyðuga nógv stig av tí. Tær leggja taktikkin um, og fara at sláa nógv diagonalt og vinna nógv soleiðis. Munurin var so lítil, at vit eru ógvuliga skuffaðar, tí eg haldi, at vit kundu havt vunnið. Kanska vit hava ov stóra virðini fyri teimum, men vit kunnu bara takka okkum sjálvum fyri, at tað ikki eydnaðist. Nú skulu vit vinna føroyameistaraskapin, men trýstið er stórt, tí vit hava helst ikki ráð at tapa so mikið sum eitt sett.
Vera Larsen ? Mjølnir
Vit høvdu, sum øll helst sóu, trupulleikar við nervum. Tað gekk long tíð, áðrenn vit komu fyri okkum, men sjálvt tá ið støðan var 2-0 til tær, ivaðist eg ikki í, at vit fóru at koma aftur og venda dystinum. Byrjanin hjá okkum í 3. setti broytti alt, og frá tá av gekk nógv betur. Vit broyttu uppstillingina nakað, og tað gjørdi stóran mun.
Eg hugsaði als ikki um, at munurin var so lítil, eg bara hugsaði um spælið. Einastu ferð eg ivaðist í, um hetta fór at ganga, var tá ið tær komu aftur í 5. setti. Men eg haldi, vit eru sterkar tá ið mest stendur á, og áskoðararnir skulu eisini hava rós fyri stuðulin teir góðu okkum.
Føroyameistaraskapurin fer helst til Vágarnar, so vit skuldu vinna henda dystin, og tað eyðnaðist.