Nervarnir vóru burtur

Føroyska liðið reisti seg rættiliga sunnudagin, og í nógv størri mun enn fríggjadagin noyddust svensku genturnar hesa ferð at stríðast fyri sigrinum

Svøríki-Føroyar 29-22 (14-9)


Landsdystur


Havnafólkini, sum fóru niðan á Háls sunnudagin at hyggja at landsliðshondbólti mundu vera eitt sindur í iva um, hvat tey skuldu vænta frá føroyska liðnum.

Úrslitaliga var dysturin í Klaksvík einki serligt, men sum skiltist á venjara og leikarum, so var avriki tó ikki heilt av eini leið.


Tað gjørdist tó skjótt greitt, at her fór talan ikki at verða um ein dyst av sama slag, sum tann í Klaksvík.

Føroysku genturnar vóru nevnliga skjótar avstað, og áðrenn svenska liðið rættiliga var raknað við, høvdu okkara lagt seg á odda.

Við hjálp av einum góðum liðavriki, skynsomum spæli og eisini einstaklingaavrikum megnaðu okkara eisini at halda fast um leiðsluna stóran part av fyrra hálvleiki.

Góða gongdin stóð við fram til hálvleikurin var á leið hálvrunnin. Okkara vóru tá framman fyri 8-6, men júst um hetta mundi snaraði dysturin til fyrimuns fyri sviar. Tær vunnu seg upp á hálvleiksstøðuna 14-9, og í roynd og veru var tað hendan løtan, sum avgjørdi dystin.


Onkur kundi kanska verið bangin fyri, at hetta fór at viðføra, at seinni hálvleikur fór at verða álíkur tí fyrra í Klaksvík, har okkara ongantíð fingu eitt bein til jørðina.

Móti endanum av fyrra hálvleiki tóktist tað eisini, sum um okkara aftur hesu ferð gjørdi tað mistak, at tær gjørdu ov skjótt av í álopsspælinum, soleiðis at tær svensku fingu fleiri alt ov løtt mál.

Alt hetta tóktist tó at vera rættað, tá frið varð undir seinna hálvleik. Við eini sera væl spælandi Sóleyð Mikkelsen á odda, helt føroyska liðið framhaldandi fast um mótstøðuliðið. Helena hevði kanska ikki verið so ógvuliga stinn í fyrra hálvleiki, men nú gav eisini at bíta hjá henni.

Esiini vóru nú fleiri aðrar á liðnum, sum veruliga byrjaðu at gera vart við seg ,soleiðis at samlaða liðavrikið eisini lyftist eitt gott petti.

Kanska eitt sindur óreint kundi man sagt, at tað, at Åse Eriksson ikki var við í seinna dystinum, gjørdi uppgávuna hjá svenska liðnum heldur lættari. Kanska er nakað um hetta, tí hon er sjálvandi ein týðandi leikari. Hinvegin er einki at ivast í, at tað føroyska avrikið var á nógv hægri støði sunnudagin.


Sterkari í sinninum

Samanborið við fyrra dystin liðanna millum, so má sigast, at tað var sera hugaligt at síggja framgongdina á føroyska liðnum.

Sjálvsagt ber ikki til at venja somikið nógv eitt vikuskifti, at framgongdin skal síggjast frá hesum, men hinvegin man talan heldur hava verið um, at føroysku genturnar vóru betri fyri sinniliga, tá tær fóru á vøllin til seinna dystin.

Sum tær sjálvar høvdu greitt frá undan dystinum, so vistu tær lítið og einki um Svøríki undan uppgerðunum, og tí kann tað hava verið ein skelkur hjá teimum, tá dysturin skuldi leikast. Serliga tí svenska liðið tóktist væl fyri kropsliga.

Harfturat høvdu tær í fyrra dystinum upllivað tað sannroynd, at tað kunnu verða langar løtur uttan mál. Ongantíð gjørdust løturnar so langar í seinna dystinum, og hetta eiga tær færoysku allan rós uppibornan fyri. Orsøkin til hetta var nevnliga fyrst og fremst, at tað ikki í sama mun kom ræðsla á liðið.


Royndirnar koma

Alt hetta er sjálvsagt eisini nakað, sum fer at koma so við og við, so hvørt sum leikararnir á liðnum fáa fleiri altjóða royndir.

Tað ber neyvan til at meta týdningin av royndum nóg høgt. Hesar viðføra, at leikararnir nógv betri eru førar fyri at standa ímóti teimum bakkøstum, sum altíð fara at koma. Eisini hevur hetta meira ella minni prógvað fyri leikarunum, hvat tað er, sum krevst fyri at standa seg í slíkum dystum.

Tíski er bert eftir hjá okkum at vóna, at talan her bert var um byrjanina til eitt langt tíðarskeið innan føroyskan hondbólt, har vit stútt og støðugt taka lut í altjóða kappingum. Verður hetta so, er eingin sum helst ivi um, at tað verður hondbóltinum her á landi til frama.


Dysturin í tølum

Málskjúttar:

Svøríki: Therese Horttana 6, Katarina Arvidsson 5 (2), Anna Ljungdahl 3, Linda Nilsson 3, Theresa Claesson 3, Åsa Lundmark 3, Madeleine Olsson 2, Helena Andersson 2 (1), Veronica Isaksson 1, Jennie Florin 1.

Føroyar: Sóleyð Mikkelsen 12 (7), Joan Midjord Joensen 4, Katrin á Neystabø 2, Guðrið Mortensen 2, Gunnleyg Berg 1, Christina Holm 1.

Ávaringar: Svøríki 2, Føroyar 3

Útvísingar: Svøríki 3, Føroyar 6

Áskoðarar: umleið 300.

Dómarar úr Hollandi: Ferry van der Helm & Keys Wiebrands