Fyri fyrstu ferð, síðani hon kom upp í fremstu kvinnudeildina, kundi Fríða Petersen leygardagin fáa kensluna av, hvussu tað var at standa við einum steypi, og eftirfylgjandi kundi hon bara staðfesta, at tað var ein deilig kensla.
Men hon viðgekk eisini, at tað var eitt sindur truplari at spæla slíkan dyst, enn hon kanska hevði roknað við.
- Eg hevði veruligar nervar allan fyrra hálvleik. Tað plagar annars at vera nakað, sum hvørvur, tá dysturin er farin ígongd, men hesaferð tók tað mær langa tíð at koma ordiliga við í dystinum.
Og í mun til vanligu støðuna, so var dagurin kanska eisini eyka trupul hjá Fríðu. Agne Masenaite var nevnliga smáskadd, og tó at hon var við á beinkinum, so stóð tað greitt, at Fríða helst mátti standa allan dystin. Nakað sum Fríða eisini helt gjørdi uppgávuna tyngri.
- Tað sigur seg sjálvt. Ofta kann tað jú hjálpa nakað, um tú fært eina løtu á beinkinum, fyri síðáni at koma aftur í dystin. Tað hevði eg ikki hesaferð, og tað gjørdi kanska uppgávuna enn truplari.
Men eftir steðgin stóð tú teg munandi betri. Hvat var tað, sum tá hendi?
- Tað er sjálvandi fyrst og fremst, at vit fáa verjuna at koyra betri. At eg so fái onkrar bjargingar, økir sjálvandi um sjálvsálitið, og so vóru nervarnir burturi, staðfesti havnargentan hjá Stjørnuni, áðrenn hon flennandi segði, at nú gekk leiðin altso til Klaksvíkar, har hon saman við liðfeløgunum skuldi feira steypasigurin.