Á bygdaráðsfundi í Nes kommunu seinasta mánakvøld varð ársroknskapurin fyri 2014 viðgjørdur og samtyktur. Staðfest var, at samlaðu inntøkurnar vóru hægri enn mett, og útreiðslurnar til rakstur og íløgur fyri 2014 vóru minni, enn roknað varð við í ætlanini.
- Nettoskattainntøkan hjá Nes kommunu í 2014 eftir frádrátt av rentustuðli var á 35,7 miljónir krónur, sum er 2,3 miljónir hægri enn nettoskattainntøkan í 2013. Í fíggjarætlanini fyri 2014 varð roknað við somu nettoskattainntøku sum í 2013. Sostatt gjørdust nettoinntøkurnar fyri 2014 2,3 miljónir krónur hægri enn mett í fíggjarætlanini.
Nes kommuna veit at siga, at av staðfestu skattainntøkunum á 35,7 miljónir, stava 35,0 miljónir frá persónskatti, 976.000 krónur frá partafelagsskatti, 573.000 krónur frá kapitaleftirløn, 13.000 krónur frá húsaleiguskatti, meðan mótroknað er fyri 950.000 krónur í rentustuðli.
- Samlaðu rakstrar- og íløguútreiðslurnar í 2014 vóru á 30,9 miljónir krónur, sum er 6,0 miljónir minni enn í 2013, har 5,0 miljónir stava frá minni íløgum. Í fíggjarætlanini fyri 2013 varð roknað við einari samlaðari útreiðslu á 32,6 miljónir krónur. Sostatt gjørdust samlaðu útreiðslurnar í 2014 1,7 miljónir minni enn mett í fíggjarætlanini.
Lagt verður aftrat, at í 2014 eru 29,2 miljónir brúktar til rakstur, meðan 1,7 miljónir krónur eru brúktar til íløgur.
- Í fíggjarætlanini fyri 2014 varð roknað við einum avlopi á 2,7 miljónir krónur, meðan staðfesta avlopið gjørdist 6,5 miljónir - ella 3,8 miljónir meiri enn roknað varð við, veit Nes kommuna at siga í dag.