Saman við ráðgevingarfyritøkuni PB Consult hevur Nes kommuna nú gjørt eina spillivatnsætlan fyri alla kommununa, sum er send Umhvørvisstovuni til góðkenningar. Hin 7. september í 2009 setti Innlendismálaráðið kunngerð í gildi um burturbeining av spillivatni.
Kunngerðin áleggur øllum kommunum at gera eina spillivatnsætlan, sum skuldi sendast Umhvørvisstovuni fyri 1. januar 2011.
Spillivatnsætlanin snýr seg um planlegging um, hvar og nær kloakerast skal, og hvussu ætlanin verður gjøgnumførd.
- Ein slík ætlan er eitt hent amboð hjá kommununum, soleiðis at politiski myndugleikin á ein smidligan hátt fær innlit í, hvussu spillivatnsviðurskiftini í kommununum eru, og hvørjar ætlanir liggja fyri framman.
Tað sigur Nes kommuna á síni heimasíðu.
- Støðan í kommununi er, at øll húski og virkir hava rottanga, og umleið 95% eru knýtt í kommunala spillivatnsskipan, sum rennur út á sjógv.
Lagt verður aftrat, at endamálið við kunngerðini um spillivatn er tryggja, at hetta verður leitt burtur á ein skipaðan hátt, soleiðis at umhvørvi ikki verður dálkað, samstundis sum eingin heilsuvandi stendst av hesum fyri fólk og fæ.
Í kunngerðini frá Umhvørvistovuni ein eisini áminning til kommunur um at raðfesta hesi viðurskifti og gera eina spillivatnsætlan fyri tíðarskeiðið 1. januar 2011 og fram til 1. januar 2015.
- Saman við ráðgevarafyritøkuni PB Consult hava vit nú gjørt eina spillivatnsætlan fyri alla kommununa, og hin 23. desember 2010 varð ætlanin send Umhvørvisstovuni til góðkenningar, sigur Nes kommuna.